Enska týðingin av skaldsøgu Gunnar Hoydals »Under Southern Stars« verður løgd fram í Klingruni í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 25. oktober klokkan 14:00.
Hetta er fyrsta føroyska skaldsøga, sum er týdd beinleiðis til enskt mál. Tað er enska forlagið Mare's Nest, sum gevur søguligu bókina út.
Marjun Stewart, sum býr í Edinburgh, hevur umsett bókina beinleiðis úr føroyskum til enskt. Marjun, sum er ættað úr Føroyum og gift til Skottlands, hevur eisini umsett tvær aðrar skaldsøgur beinleiðis úr føroyskum til enskt. Tær eru »Rannvá« eftir Dagmar Joensen-Næs, sum fyrstu ferð kom út í 1971 og »Blíð er summarnátt á Føroyalandi« eftir Jógvan Isaksen, sum fyrstu ferð kom út í 1990.
»Undir suðurstjørnum« er fyrsta umseting hjá Marjuni Stewart, sum verður givin út í bók. Norðurlandahúsið og Britsh Arts Council hava stuðlað ensku útgávuni. Á myndini sæst Gunnar Hoydal við bókini »Under Southern Stars«