Í undirbuksum: Gary Lineker gjørdi sum hann lovaði

Vældámdi sjónvarpsverturin hjá BBC, fyrrverandi enski landsliðsspælarin Gary Lineker, lovaði í fjør, at um Leicester vann Premier League, so skuldi hann vera í undirbuksum til Match of the Day sendingina, ið tekur saman um umfarið í Premier League.

 

Les eisini: Fyrstu ferð at meistaraliðið er fallið

 

Tað hevur verið nógv skemt um viðmerkingina hjá Gary Lineker, ið er eitt avbera kent andlit í Bretlandi. Gitingar hava verið, um hann nú fór at standa við sítt lyfti, tá Leicester City tók øll á bóli og vann Premier League.

 

Les eisini: Hesir eru favorittar at vinna Premier League

 

Í kvøld er so Match of the Day á skránni hjá BBC One á fyrsta sinni í nýggja kappingarárinum. Og skjótt gjørdist greitt, at fyrrverandi Leicester áleyparin stóð við sítt lyfti.

 

Har stóð hann í Leicester undirbuksum – sum helst kunnu lýsast sum shorts. Í berum yvirkroppi gjøgnumgekk hann avrikið hjá Leicester í dag, sum tó ikki var so gott, tí liðið tapti 2-1 fyri uppflytarunum úr Hull City.

 

Sostatt kann ikki sigast annað enn, at Gary Lineker stóð við sítt.

 

Premier League 1. umfar:

Í dag:

Hull City - Leicester City 2-1

Burnley - Swansea City 0-1

Crystal Palace - West Bromwich Albion 0-1

Everton - Tottenham Hotspur 1-1

Middlesbrough - Stoke City 1-1

Southampton – Watford 1-1

Manchester City – Sunderland 2-1

 

Sunnudagin:

AFC Bournemouth - Manchester United 13:30

Arsenal – Liverpool 16:00

 

Mánadagin:

Chelsea - West Ham United (20:00)