Undirhús Úti á Bakka

Havnin skal sjálvandi hava eitt Undirhús aftur sum skjótast.

Kommunan eigur neystini úti á Bakka, so sjálvsagt skal Undirhúsið staðsetast har úti.
Havnamenn hava alt tað eg kann minnast og allarhelst langt afturi í tíðini havt Undirhús undir Bryggjubakka .Har hittust menn til gaman og álvara.

##med2##

Neystini úta á Bakka skulu verða gjørd ístand, so tey kunnu koma borgarunum til gleði og gagn.
Eitt Undirhús var í umbúna at byggja í Álakeri, men har hevur Knørrafelagið fingið økið til Kappróðrarneyst og tað gleðist eg um. Undirhúsið skal verða við sjóvarmálan og so nær miðbýnum sum gjørligt og sjálvsagt er Voksbotn besta staðseting.

Set X við Kára Johansen á lista C javnaðarflokkurin