Viðareiði:
Klokkan var ikki farin langt av sjey sunnukvøldið, tá Jógvan Eliasen bjóðaði teimum um 200 áhoyrunum á hotellinum vælkomnum. Síðani fekk læknin orðið, og tað livdi hann væl upp til. Í samfull fimm korter út í eitt tosaði Peter Qvortrup Geisling um, hvussu sendingin verður gjørd, hvat sømir seg at vísa í eini slíkari sending, las nøkur brøv upp og skemtaði óføra nógv. Ikki einaferð steðgaði hann á fyri at fáa sær ein vatnsopa. .
Láturmusklarnir fingu nógva venjing hesa løtuna, tí hóast læknin tosaðu um ymsar sjúkur, so gjørdi hann tað á ein lættan og skemtiligan hátt, at fólk fingu undirhald við.
Øll vóru á einum máli um aftaná, at sjónvarpslæknin dugdi avbera væl, og at tað hevði verið áhugavert at lurta eftir honum.
Vælnøgdir
Teir báðir fyrireikararnir, Jógvan Eliasen og Niclas Heri Jákupsson, eru avbera vælnøgdir við undirtøkuna, sum vitjanin hjá danska sjónvarpslæknanum hevur fingið.
? Tilsamans hevur hann hildið fyrilestrar fyri oman fyri 1.000 fólkum, so tað er ikki at forsmáa, siga teir.
Tíðarætlanin fyri vitjanini hevði ikki nógv hol. Alt var lagt tilrættis, og læknin hevur havt úr at gera um vikuskiftið. Hann vitjaði roykiátakið hjá Klaksvíkar kommunu fríggjadagin, har 300 næmingar vóru tilstaðar, hann vitjaði Landssjúkrahúsið, har 250 fólk lurtaðu eftir honum, og 400 fólk vóru í Norðurlandahúsinum leygardagin. Sunnudagin vitjaði hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og um kvøldið var hann so á hotel Norð. Hann var somuleiðis á vitjan hjá Archibald Black listarmanni í Klaksvík.
Læknin sjálvur letur avbera væl at vitjanini. Hann sigur, at alt var væltilrættislagt, og heldur hann, at hann til eina aðru ferð fer at hava tað lættari at koma til Føroyar, tí nú hevur fingið nakað av vitan um landið.
Læknin hevur ætlanir um at gera tvær sendingar úr Føroyum einaferð í summar, og tá hevur hann somuleiðis ætlanir um at halda feriu í Føroyum í eina viku, tá upptøkurnar til sendingarnar eru lidnar.
? Eg havi fingið ein lítlan smakk av tykkara landi, og mær dámar avbera væl hesar hvítu oyggjarnar, og eg ivist ikki í, at mær fer at dáma tær minst líka væl grønar, sigur sjónvarpslæknin, sum fór av aftur landinum tíðliga mánamorgunin.