Undirhald
Tá ið Runavíkar býráð mikudagin skipaði fyri hátíðarligari og stórfingnari móttøku á fyrrverandi Vistarheiminum í Runavík, sum kommunan hevur keypt og latið umbyggja til heim fyri minnisveik, var bæði felagssangur, tvírøddaður sangur og floytuspæl at hoyra.
Vit høvdu frásøgn frá móttøkuni í blaðnum í gjár, men tá var tíverri ikki pláss fyri øllum myndunum, vit kundu hugsað okkum at prentað.
Tí taka vit hesar myndirnar av tí frálíka undirhaldi, sum var, við í blaðið í dag.
Nógv fólk var til móttøkuna, sum eydnaðist sera væl.
Heimið á Mýrunum í Runavík er fyrsta sjálvstøðuga heimið av sínum slagi í Føroyum, sum burtur av er ætlað
minnisveikum.
Tey fyrstu búfólkini eru flutt inn, og tá ið er fullsett, fer tað at hýsa átta minnisveikum fólkum úr Eysturoynni.