Klokkan hálvgum tólv í dag handaðu umboð fyri starvsfólk á Landssjúkrahúsinum løgmanni undirskriftire, har tey krevja at fáa Allan Skaalum settan í starv aftur. Tað er eingin ivi um, at starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru hørm um, at Aksel V. Johannesen valdi at siga Allan Skaalum úr starvi. So hørm eru tey, at tey tóku stig til at savna inn undirskriftir, fyri at fáa koyrda stjóran settan í starv aftur.
Eg hugsi, at hetta man vera fyrstu ferð í føroyskari søgu, at starvsfólk hava savnað inn undirskriftir fyri at fáa ein frákoyrdan stjóra settan í starv aftur, sigur eitt av álitisfólkunum, Harald Hammer Haraldsen.
Starvsfólkini undrast á, at alt varð ógjørligt, meðan Allan Skaalum enn var stjóri, men at nú hann er farin, ber alt til.
Una Dalsgaard, eitt annað álitisfólk á Landssjúkrahúsinum, hevur bert rósandi orð til koyrda stjóran.
Hann tosaði við øll starvsfólk, og er ein stak góður stjóri og eitt gott menniskja, sigur Una Dalsgaard.
Tey bæði lata eisini væl at undirtøkuni.
Undirskrivingarskjølini lógu úti frá hósdegi til týsdag, og við skiftandi vaktum haldi eg tað er óført, at fleiri enn 400 fólk hava skrivað undir, sigur Una Dalsgaard.
Og hóast tað sjáldan hjálpir at savna undirskriftir sum mótmæli, hava tey bæði álitisfólkini góðar vónir um at Allan Skaalum verður settur aftur.