Undirskriva avtalu 1. apríl

Herfyri frættist, at Atlantsflog hevur gjørt fyribils avtalu við stóru oljuvinnufyritøkuna Aker í Norra um at standa fyri flutningi av oljuarbeiðarum úr Suðurnorra til Alta í Norðurnoregi, har hesi skulu arbeiða við risastóru Snøhvit-verkætlanini. Tað er Statoil, sum er fyristøðufelag fyri hesi verkætlanini.

Sáttmáli


Nú verður so álvari gjørdur av ætlanini. Sáttmálin millum Aker og Atlantsflog verður undirskrivaður í Stord hósdagin 1. apríl. Í hesum sambandi verður gjørd kunningarferð við føroyskum umboðum til Noregs. Tað eru Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum og Atlantic Airways og Statoil, sum standa fyri hesi ferðini, sum gongur til Stord og víðari til Hammerfest í Norðurnoregi. Farið verður úr Føroyum tíðliga á morgin og verður komið aftur seint á kvøldi sama dag.

Føroysku umboðini, sum eru frá vinnulívinum og tí almenna, eitt nú er landsstýrismaðurin í vinnu- og oljumálum, Bjarni Djurholm við. Eisini nýggi stjórin á Oljufyristingini Sigurd í Jákupsstovu er við. Høvið verður hjá føroysku umboðunum at síggja Snøhvid verkætlanina. Tað verður Statoil, sum fer at greiða frá hesi risaverkætlan og annars frá tí virksemi, sum Statoil hevur í Barentshavinum.