Klæmint Weihe, nevndarformaður og Dávid Reinert Hansen, stjóri, bundu seg seinnapartin í gjár at gjalda 168 milliónir krónur til NCC konsortiið, ið er samansett av NCC Danmark og NCC Noregi.
Kortini skal hetta ikki gjaldast úr egnum lumma. P/f Vágatunnilin hevur fingið fíggjað 150 milliónir av hesum úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar. Hesin sáttmálin varð undirskrivaður á Hafnia um somu tíð.
Umframt at undirskriva hesar báðar sáttmálar, so kunngjørdi nevndarformaðurin Klæmint Weihe, at p/f Vágatunnilin hevði avgjørt at taka av tilboði frá J. K. Petersen upp á vegagerð fyri 23,3 milliónir.
Byrja 5. september
Eigaraviðurskiftini í Vágum eru ikki komin heilt undir land, men hetta kemur ikki at darva arbeiðnum, sigur Klæmint Weihe.
Arbeiðið skal byrja 5. september. Vit hava lagt okkum eftir at fáa so stóra føroyska luttøku í arbeiðnum sum gjørligt og tað meta vit, at vit hava fingið, sigur nevndarformaðurin.
Hann leggur aftrat, at nevndin í p/f Vágatunlinum heldur tað hava avgjørdan týdning, at byggiharrin átekur sær so stóra ábyrgd sum møguligt í sambandi við tunnilsgerðina.
Tí valdu vit at góðtaka tilboðið á 168 milliónir frá NCC, heldur enn eitt bíligari tilboð á 151 milliónir frá sama byggiharra.