Suðuroyar Sparikassi er nú høvuðsstuðul hjá dreingjum og smádreingjum hjá VB/Sumba og TB, ið hava lagt saman, tá tað snýr seg um ungdómsdeildina.
Samstarvið hevur virkað sera væl hesi 3 árini, ið ungdómsliðini hava leikt saman, og teir vunnu greipuna í fjør og gjørdust nummar 2 í steypakappingini.
Suðuoyar Sparikassi hevur stuðlað samstarvinum øll árini, men nú er so á fyrsta sinni avtala undirskrivað, og Suðuroyar Sparikassi er nú formliga høvuðsstuðul hjá dreingjunum og smádreigjunum hjá VB/Sumba og TB. Avtalan er galdandi í eitt ár.
Áður hava teir skift millum at havt ymsu liðbúnarnar, men nú fáa teir nýggjar og egnar búnar, har troyggjan er heldur ljóst grøn, meðan buksur og hosur eru myrkar.
Liðini venja eina viku í hvørjum av heimstøðunum, og dystir verða spældir aðruhvørja ferð í Vági og á Tvøroyri. Bæði smádreingirnir og dreingirnir skulu fyrstuferð í eldin, tá kappingin byrjar 24. mars.
Venjari hjá Dreingjunum er Finn Johannessen og hjá smádreingjunum Dan Jensen.