Undrast á ætlanirnar hjá Johan Dahl

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrismaðurin tosar við tveimum tungum

Ætlanin, at gera Løgregluni rúmari ræsur at loynilurta eftir fólki, eigur ikki at verða sett í verk.

Tað sigur Føroya Arbeiðarafelag.

 

Felagið ivast í um hetta fer at føra til trygd ímóti álvarsomum brotsverkum.

Men tað, Arbeiðsfelagið serliga heftir seg við, er, at telefeløgini skulu sjálvi rinda kostnaðin fyri at seta hetta í verk.

 

Vilja myndugleikarnir hava betri útgerð at loynilurta eftir fólki, eiga teir at bera tann kostnaðin sjálvir, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Felagið undrast á, at í síðstu viku ávaraði landstýrismaðurin í vinnumálum telefeløgini, at verður tað ikki bíligari at hava internet og telefon, er neyðugt við ítøkiligum inntrivum. 

 

Men samstundis leggur hann uppskot fyri Løgtingið ið áleggur telefeløgunum  fleiri milliónir í eykaútreiðslum til í íløgum og rakstrur til útgerð at loynilurta eftir fólki við.

 

- Hetta stendur í greiðari andsøgn við hvørt annað, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

 

- Høga kostnaðarstigið í Føroyum hevur eisini verið á lofti í løgtinginum í seinastuni, og tað skortar ikki við ávaringum um politisk inntriv.

 

- Hinvegin verður ikki himprast við at áleggja fjarskiftisveitarum kostnaðarmikil krøv um at ogna sær skipanir til avlurting, ið hvørki viðskiftafólk, ella fjarskiftisveitarar, fáa beinleiðis ágóðan av.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at telefeløgini hava tískil ongan annan møguleika enn at bera kostnaðin víðari til kundan.

 

Tí er sannlíkt, at tað fer at verða dýrari at hava telefon og internet, sigur felagið.

 

Annars hevur Arbeiðsgevarafelagið onga meining um at løgreglan fær rúmari ræsur at loynilurta eftir fólki.

 

- Vit loyva okkum tó at ivast í, um grundgevingin um betri trygd veruliga er haldgóð, tí tað fer ikki at bera til at loynilurta eftir av internettelefoni.

 

- Tí er ógvuliga ivasamt, um broytingin í fjarskiftislógini og kravdu íløgurnar tæna endamálinum nóg væl, sigur Arbeiðsgevarfelagið. 

 

- Spurnartekin kann tí setast við, um hendan lógarbroyting yvirhøvur skal fremjast. Kostnaðurin eigur tó undir ongum umstøðum at áleggjast fjarskiftisveitarunum og viðskiftafólkum teirra, men heldur eigur løgreglan sjálv at taka ábyrgd fyri bæði íløgu og rakstri, sigur Arbeiðsgevarafelagið.