Undrast á tøgnina í Føroyum

Løgtingið og landsstýrið skulu hava eina greiða støðu til kreppuna í Ukraina

Tað er undarligt, at stjórnarvaldið í Føroyum ikki letur við seg koma í sambandi við kreppuna í Ukraina, sum alsamt versnar.

Tað halda tey í Eldra Tjóðveldi, sum er ein deild í Tjóðveldi fyri eldri jóðveldisfólk.


Hergeir Nielsen, sum er talsmaður fyri felagið, er sjálvur ein av okkara royndastu politikarum og hann staðfestir, at ímeðan flest allar tjóðir mæla til sátt og semju í tí alsamt herda stríðnum, valdar tøgn úr norðara triðingi av Atlantshavinum, sum hann málber seg.

 

- Føroyar eru seinastu árini drignar upp í fleiri kríggj og ósemjur, og harafturat eru tær neyðtiknar av einum álvarsomum handislstongsli, eisini júst í hesum øki, har alt kann henda í hesum døgum.

 

Hann vísir á, at greiðar avtalur eru um, at føroysk áhugamál skulu takast upp á ráð og virðast.

 

- Men kortini er løgtingsins uttanlandsnevnd sum magadrigin, og hevur als ongan fund havt í meiri enn ein mánað.

 

Eldra Tjóðveldi heitir tí á Løgtingið um beinanvegin at viðgera, hvørja støðu, Føroyar skulu hava til kreppustøðuna í Ukraina, og boðar alment frá okkara støðu.