Fyrr í ár varð á fyrsta sinni skipað fyri Ung í Føroyum uttan fyri høvuðsstaðarøkið, tá 40 ung úr øllum landinum savnaðust á stevnu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 9 - 10. septembur skipa so kommunurnar í Vágum í samstarvi við Norðurlandahúsið og Mentamálaráði fyri Ung í Føroyum stevnu í skúlanum í Sørvági.
Verksmiðjur og framsýningar
Tiltakið byrjar fríggjadagin við innahýsis framførslum og framsýningum, har tey ungu vísa eitthvørt listarligt avrik, tey hava við sær.
Leygardagin arbeiða tey ungu í listaverksmiðjum í Sørvágs skúla. Í Ung í Føroyum Vestur verða verksmiðjurnar ?Sjónleikur? við Mikkjali Helmsdal, ?Orð og mynd ?bókin sum listaverk? við íslendska rithøvundanum og myndprýðaranum Áslaug Jónsdóttir, ?Tónleikur ?uttan streym? við Sámali Ravnsfjall og Katrini Jørgensen og ?Dansur? við Jónu Thomsen.
Leygarkvøldið frá kl. 18:00 til 19:00 verða verksmiðjurnar opnar. Tá hava øll áhugað høvi til at síggja, hvørjum tey ungu arbeiða við og hvussu. Listaframsýningin, sum ungdómurin hevur við sær, verður opin fyri almenninginum í eina viku eftir stevnuna.
Varpa ljós á ungdómsmentan
Ung í Føroyum er ein lista- og mentanarstevna fyri ung frá 13 til og við 18 ár. Umframt at geva luttakarunum høvi at sýna fram egin listaverk ? myndlist, palllist o.s.fr. - verður arbeitt í ymiskum verksmiðum leiddar av yrkislistafólki. Stevnan hevur til endamáls at varpa ljós á ungdómsmentan og at skapa umstøður til tey ungu at sýna fram og menna listarliga virksemið, sum tey hava áhuga fyri.
Stevnan varð hildin á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum í 2001 og hevur síðani verið hildin í 2003 og 2004. Hon hevur fingið sera góða undirtøku øll árini, har umleið 60 ung eru sloppin við hvørt ár.
Verkætlanarleiðarar eru Hedvig Westerlund-Kapnas og Rakel Helmsdal. Eisini eru ungdómar, sum hava tikið lut á Ung í Føroyum stevnum undanfarin ár, nú vorðin partur av fyriskipanarbólkinum
Meira fæst at vita á um Ung í Føroyum á www.ungiforoyum.info.