Føroyskur ungdómur bæði roykir og drekkur nógv verri enn tey ungu í Íslandi.
Tað eru eisini heldur fleiri ung í Føroyum, sum roykja hassj, enn tað eru í Íslandi.
Hetta vísir ein spildurnýggj kanning, har ung í 9. og 10. flokki í Føroyum og í Islandi eru spurd, hvussu illa tey roykja, drekka ella taka rúsevni.
Íslendingar hava gjørt slíkar kanningar síðani 1992, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar eru við.
- Kanningin vísir, at støðan í Føroyum er ikki góð og hon er nógv verri enn í Íslandi, staðfestir Firouz Gaini, ph.d. og lektari í antropologi og samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum, sum hevur staðið fyri kanningini saman Jón Sigfússon, granskara í Íslandi.
- Í veruleikanum hevði eg ikki væntað, at munurin á teimum ungu í Føroyum og í Íslandi, var so stórur, sum hann er, og at støðan her heima var so nógv verri, leggur hann afturat.
Kanningin vísir, at 17% av teimum ungu í Føroyum roykja dagliga, men tað eru bara 3% av íslendska ungdóminum, sum roykir og har er næstan ongin munur á dreingjum og gentum.
Men í Føroyum roykja dreingirnir verri enn genturnar.
Kanningin vísir, at 21% av føroysku dreingjunum roykja, men hinvegin roykja 15% av gentunum í Føroyum.
Drekka nógv verri
Men serliga grefligur er munurin, tá ið tey ungu verða spurd um rúsdrekka.
Úrslitið vísir nevniliga, at tá ið kanningin varð gjørd, høvdu heili 28% av teimum ungu í Føroyum verið full seinasta mánaðin, hóast tey framvegis ganga í fólkaskúlan.
Í Íslandi var tað bara 7% av teimum ungu, sum høvdu verið full tann seinasta mánaðin.
Hinvegin vísir kanningin eisini, at eitt sindur av muni er á drekkivanunum hjá gentum og dreingjum í Føroyum, og tað eru genturnar, sum drekka verri enn dreingirnir.
Tølini vísa, at 30% av føroysku gentunum og 27% av dreingjunum í Føroyum, høvdu verið full seinasta mánaðin, men í Íslandi er lítil og ongin munur á gendum og dreingjum.
Men kanningin vísir eisini, at yvir helvtin, ella 52%, av teimum ungu í 9. og 10. Flokki í Føroyum, hava verið full minst einaferð í lívinum og tað er javnt býtt ímillum gentur og dreingir.
Í Íslandi er talið nógv minni, tí har hava 21% av teimum ungu onkuntíð verið full og heldur ikki har er nakar munur á gentum og dreingjum.
Nakrir av næmingunum í 9. og 10. flokki hava eisini roynt hassj ella marijuana minst einaferð í lívinum.
Í Føroyum hava 5% av dreingjunum og 3% av gentunum roykt hassj minst einaferð og eisini á hesum føri, hava vit munin á ungdóminum í Íslandi, men hann er lítil, bara 1%.
Hinvegin hava nøkur fleiri ung í Íslandi roynt marijuana enn í Føroyum. 9% av íslendsku dreingjunum hava roynt marijuana og 3% av føroysku dreingjunum og í Íslandi hava 4% av gentunum roynt hetta rúsevni og í Føroyum hava 2% av gentunum royndir av marijuana.
Fyri at fáa alt við, skal eisini nevnast, at 8% av ungum dreingjum í Føroyum og 2% av gentunum hava roynt skrá seinasta mánaðin.
Somuleiðis hava 8% av dreingjunum í Íslandi roynt skrá, og tað hava 3% av gentunum eisini.
Í Íslandi hava 8% av dreingjunum eisini snúsað og tað hava 3% av gentunum eisini. Snúsi vilja genturnar í Føroyum ikki vitað av, men 4% av dreingjunum hava roynt tað.
Vit hava fleiri greinar um sama evnið í blaðnum