Ung hjálpa Ungum konsert

Leygarkvøldið verður stóra ?Ung hjálpa Ungum?-stuðulskonsertin í Margarinfabrikkini í Havn, har fleiri kend andlit vera at síggja. Margarinfabrikkin, ið áður hevur skipað fyri tiltøkum so sum ?Børn hjálpa Børnum? hevur í ár valt at varpa ljós á tey ungu við ?Ung hjálpa Ungum?-verkætlanini. Henda snýr seg um, hvussu ung kunnu vera við til at hjálpa og stuðla øðrum ungum. Alt yvirskotið frá verkætlanini fer til ?Tú & Eg? ?ráðgevingina.

 

Konsertin, ið verður leygarkvøldið 24. november kl. 20, er síðsti partur av ?Ung hjálpa Ungum? í hesum umfari. Øll tey, sum eru partur av tiltakinum, eru sjálvboðin ung og fyriskiparirnir halda, at tað hevur gingið sera væl við at fáa tiltakið upp at standa og at fólk hava verið sera jalig um verkætlanina. - Eg haldi tað vera eitt fínt tiltak, Margarinfabrikkin hevur skipað fyri, við at fáa tey ungu at stuðla einum góðum endamáli, sigur Guðrið Hansdóttir, ið verður ein av tónleikarunum, ið fer á pallin hetta kvøld. ? Eisini haldi eg tað vera frálíkt, at pengarnir fara til at stuðla teimum ungu, tí tað er tørvur á pengum innan hetta øki.

Afturat Guðrið, verða Boys in a Band, The Ghost og Euthanasia, ið er ein bólkur av ungum talentum í Margarinfabrikkini, at hoyra leygarkvøldið.

Atgongumerki á 50 kr. kunnu keypast á Margarinfabrikkini ella við dyrnar til konsertina, um fleiri atgongumerkir tá eru eftir.