Tey gjørdu eisini politisk uppskot, sum kunnu enda á borðinum hjá Norðurlandaráðnum.
Summarlegan varð fyriskipað av Ungdómsins Norðurlandaráði (UNR), sum er samstarvsfelagsskapur hjá politiskum ungmannafeløgum í Norðurlondum. Legan varð hildin á Utøya fyri fjórða árið á rað.
Evnið í ár var álit, sum sambært fyriskiparunum er ein av týdningarmestu grundarsteinunum undir norðurlendska samfelagnum.
Norden.org skrivar, at á leguni umrøddu luttakararnir millum annað trygd og tilbúgving, fólkaræði, vælferð og útbúgving. Eitt av evnunum var, hvussu samfelagið eigur at fyrireika seg til longri streymslit. Har høvdu ungu luttakararnir úr Ukraina serligar royndir at geva víðari, tí fleiri teirra hava upplivað slíkar støður orsakað av krígnum.
Á fundinum gjørdu luttakararnir meira enn 15 uppskot til politiskar samtyktir. Millum uppskotini vóru at styrkja ungdómsráðini í Norðurlondum, gera skúlaval obligatorisk, betra undirvísingina um sjónlig og ósjónlig brek og styrkja samstarvið millum bjargingartænastur tvørtur um landamørk.
Forsetin í Norðurlandaráðnum, Ville Väyrynen, tók ímóti uppskotunum og rósti arbeiðinum hjá teimum ungu.
– Tá ung taka lut, verður fólkaræðið sterkari, og tá ung gera seg galdandi, verður samfelagið sterkari, segði hann.
Nøkur av uppskotunum verða væntandi løgd fram á fundi hjá Ungdómsins Norðurlandaráði í Helsingfors í oktober. Verða tey samtykt har, kunnu tey verða send víðari til viðgerðar í Norðurlandaráðnum.
Utøya hevur ein serligan týdning sum politiskur samkomustaður. Á oynni fór eitt yvirgangsálop fram 22. juli 2011, tá 69 fólk, flest ung, vórðu dripin. Síðani er oyggin vorðin bæði minnisstaður og eitt stað, har ung úr øllum Norðurlondum hittast at kjakast um fólkaræði og samfelagsviðurskifti.
##med2##











