Ung sleppa ikki í dans

Tað er ikki lætt at verða teenagari í Føroyum. Hevur tú hug til at ganga í býnum og fara í dans, so skalt tú verða 18 ár fyri at sleppa inn nakrastaðnis

Vit kenna øll til trupuleikan. Man er bara 17 ár og vil fegin sleppa í dans. Tíverri er tað so, at tey einastu dansistøðini, sum eru opin hvørt vikuskifti, hava 18 ára aldursmark, tí at hesi dansistøð hava skeinkiloyvi.


10 ár afturi í tíðini

Um vit taka útgangsstøði í náttarlívinum í Havn, so kunnu vit siga, at tað eru sera stórar broytingar farnar fram, hvat viðvíkur dansiumstøðunum seinastu árini.

Leita vit 10 ár aftur í tíðina, so vóru tað tá dansihølir til allar aldursbólkar í Havnini. Til tey, sum vóru 18 ár og eldri, var, umframt fleiri ølklubbar sjálvsagt, Discoteque Dallas, ið helt til á ovara horni av Bøkjarabrekku og Tinghúsvegnum. Í Discoteque Dallas var eisini skipa fyri barnadansi tíðliga á kvøldi til tey 10 - 14 ára gomlu.

Longur niðri á Tinghúsvegnum var so dansur fyri tey, sum vóru úr 15 árum og upp eftir. Hetta var í teimum hølum, sum Club 20 nú heldur til í.

Tað fyrstu tíðina, tá ið Club 20 byrjaði, var skipanin tann, at almennur dansur við 15 ára aldursmarki var frá klokkan tíggju til tvey, og síðani vóru hølini tømd, áðrenn Club 20 við skeinkiloyvi lat upp fyri limum sínum, og var so havt opið til klokkan hálvgum sjey á morgni.


Støðan í dag

Hjá teimum ungu, sum hava hug at leita sær í býin eitt leygarkvøld, eru ikki nógvir møguleikar í at velja. Eru tey yngri enn 18 ár, so sleppa tey bert í dans, tá ið eitthvørt dansitiltak er í onkrari stórari og kaldari ítróttarhøll. Hesi tiltøk eru sjáldan meiri enn eina ferð um mánaðin, og tað er enntá høgt sett, vilja tey flestu verða við.

Haraftrat vísir tað seg, at um til dømis dansur er í Badmintonhøllini, so er tað ikki serliga hugaligt hjá teimum 16-17 ára gomlu at koma í dans har, tí at ein stórur partur av dansifólkinum ofta er millum 12 og 14 ár.

Hinvegin kann sigast, at tá ið líknandi tiltøk eru eitt nú í Ítróttarhøllini á Kambsdali, so er dansifólkið ofta munandi eldri, kanska úr 15 og upp í eini 25 ár. Hví so er, er ilt at siga, men ein orsøk er óivað tann, at eysturoyingar fegnir vilja sleppin undan langa koyritúrinum til Havnar, og tá ið dansur er í eini ítróttarhøll, kunnu teir sjálvir hava drekkivørur við, ístaðin fyri at brúka hópin av peningi til hetta í einum ølklubba í Havn.

Av tí at tey, sum eru undir 18 ár, ikki hava nakað fast dansistað, er tað blivið so, at hesi ikki koma út í býin fyrr enn ølklubbarnir stongja, tað vil siga um fýratíðina. Tey sita bara heima hjá onkrum og bíða eftir klokkuni og kunnu bert droyma um at sleppa í dans.

Hjá nógvum er tað eisini so, at man hoyrir til ein vinfólkabólk, har nøkur eru yvir 18 ár, og nøkur eru undir. Hetta ger so tað, at tey eldru vilja fegin sleppa í dans og kunnu eisini fara, meðan tey yngru eisini fegin vilja í dans, men sleppa ikki, tí tey eru ov ung. Slíkt kann verða við til at koyra ein vinarbólk í tvíningar, og tað er stórt spell.


Hvat kann gerast

Tað er sera harmiligt, at tey 15 til 18 ára gomlu skulu verða fyri slíkum vanbýti. Tey hava eins og øll vit onnur uppiborið eitt líkinda dansistað, og dansitiltøk í ítróttar- og samkomuhøllum eru ikki annað enn lappaloysnir. Gamaní, slík tiltøk kunnu eisini verða stak hugnalig og væleydnaði, men tað er ikki serliga lokkandi at fara í dans, har dansigólvið er eitt stórt ítróttargólv, og sitiplássini bert eru nakrir áskoðarabenkur av træ uttan eitt nú borð, øskutrog, livandi ljós og annað, sum fjálgar um eitt dansistað.

Haraftrat eru hallirnar so stórar, at tað skulu nógv fólk til, áðrenn ein slík byrjar at fyllast, og ikki er tað hugaligt at dansa í einari hálvtómari, kaldari og myrkari høll.

Soleiðis sum dansimentanin í Føroyum, kanska serliga Havnini, er skipað í dag, er tað tíverri so, at tey flestu av teimum, sum eru undir 18 ár, nóg illa vita, hvussu eitt líkinda dansihøli sær út. Tískil seta tey seg heldur ikki før fyri at seta krøv til teirra, sum skipa fyri dansi í ítróttarhøllum, bygdarhúsum og líknandi.

Høvdu tey kent nærri til umstøðurnar í einum veruligum dansihøli, so høvdu tey kanska kravt, at fyrireikararnir av dansitiltøkum kring landið til dømis gjørdu meiri burturúr ljósi, fríðkan av hølunum og kanska eisini serliga av vaktarhaldi!

Skulu líkinda umstøður skapast til ungdóm at ganga til dans í, so krevur tað óivað, at ungdómurin ger vart við seg og vísir sína ónøgd á hesum øki.


Hvør hevur ábyrgdina

Eingin kann koma og siga, at tað eru landsmyndugleikarnir, sum hava ábyrgdina av, at ungir føroyingar hava so vánaligar dansiumstøður. Teir geva loyvir til at hava almennan dans heilt fram til klokkan fýra á morgni, men sjálvsagt undir ávísum treytum og eftirliti.

Høvuðstrupuleikin er helst tann, at teir persónar, sum hava dansistøðini kring landið, síggja í eyguni, at tað er meiri vinningur í at hava dans fyri teimum, sum eru yvir 18 ár.

Eitt dansistað, sum hevur slíkan dans, kann møguliga hava eitt skeinkiloyvi, og við skeinkiloyvinum fylgir so ein ávís søla av øli og rúsdrekka, sum kastar fittan vinning av sær.

Tey, sum ikki hava rokkið myndugan aldur enn, hava jú ikki loyvi til at keypa øl og rúsdrekka, og haraftrat hava tey flestu av hesum ikki eins nógvar pengar millum hendurnar sum tey, ið eru eldri enn tey magisku 18 árini.

At hesir persónar, sum standa aftan fyri dansistøðini, fyrst og fremst hugsa í krónum og oyrum er væl skiljandi, men hetta er nakað verri lort fyri tey 14 til 17 ára gomlu, sum standa á berum og bert kunnu dansa heima í stovuni hjá foreldrunum.