Ung tingfólk fokusera upp á ideologiska stavnhaldið

Heldur óvæntað kom Bjarni K. Petersen inn sum fremstur á listanum hjá Framsókn. Hóast Bjarni K. Petersen hevur roynt seg á tingi nøkur skifti sum eykamaður - hesa seinastu ferð síðan februar mánaða, tá Hanna Jensen fór í landsstýrið - so hevði hann ikki væntað við undirtøkuni, ið hann fekk hesaferð.

 

- Eg hugsaði, at kanska eg standi og berjist um pláss nummar tvey. Ella um vit fáa tríggjar tinglimir, so kanska eg standi og berjist um nummar trý. Men eg hevði ikki roknað við at verið toppskorari.

Floksformaðurin var um at fella, og Bjarni Petersen endaði fremstur á listanum, men formanssessurin hevur ikki verið uppi at venda enn. Neyðugt verður tó at fundast um íkomnu støðuna, heldur Bjarni Petersen.

 

 

Ein fyrimunur at vera feskur

Tað er ein greiður fyrimunur at hava ung fólk á tingi, haldi Bjarni K. Petersen. Í mun til onnur, ið hava sitið á longri á tingi og hava havt tilknýti til flokkin longri, so hava ung og nýggj tingfólk ikki ta somu barlast, og hetta kann føra við sær betri samstarv.

- Tey hava kanska ein tendens til ikki at tríva í tað, sum farið er; undanfarnar samgongur, undanfarin stríð, sum flokkarnir hava havt. Tað fyllir ómetaliga lítið. Tað snýr seg um sakina. Tey bera lítið agg - hóast tað skal sikkurt koma - men tað snýr seg um at arbeiða fyri sakina og at fokusera upp á ideologiska stavnhaldið, sigur Bjarni K. Petersen.

Haraftrat er gott við nógvum ymiskum perspektivum í tingarbeiðinum, og har er perspektivið hjá teimum ungu eisini ein nattúrligur partur saman við perspektivum frá pensionistum, vinnulívsfólki og øðrum demografiskum bólkum, heldur Bjarni Petersen.

 

Ung valevni hava tyngd

Tað er ein nýggjur politiskur realitetur, at ung valevni hava tyngd, og hetta er nakað, ið flokkarnir mugu fyrihalda seg til.

Nú verður tað ikki gott nokk meira bara at koyra eitt ella tvey ung fólk undir 30 á listan bara fyri at pynta upp á listan. Nú fara tey ungu at fáa vekt, so flokkarnir mugu hugsa um, hvønn tey seta á listan, tí tey síggja, at tey ungu hava potentiali fyri at koma inn. Flokkarnir áttu at givið tí størri ans, enn teir hava gjørt, heldur Bjarni K. Petersen.

Bjarni K. Petersen vísir tó á, at tað kann vera, at talan er um eitt undantak hesaferð, og at til næsta val verður ungdómsumboðanin burtur aftur, men at tað undir øllum umstøðum er áhugavert, at fýra tinglimir eru undir 30 ár í somu tingsetu.

 

Stóran týdning við politisku ungmannafeløgunum

Tað er ikki alneyðugt at vera partur av politiskum ungmannafelag, men ætlar tú tær inn í politikk, eru ungmannafeløgini ein nattúrlig lopfjøl til politisku lívsleiðina. Bjarni K. Petersen hevur sjálvur verið partur av Framsøkin ung síðan 2012.

- Eg havi verið har í sjey ár, og av tí sama havi eg lært politiska handalagið, politisku prosessirnar og eitt sindur um retorikk og marknaðarføring. Samstundis havi eg eisini fingið eitt stórt netverk, og tú tilognar tær nógvar kvalitetir við at vera í einum tílíkum felagsskapi.

Stuðulin frá ungmannafelagnum í valstríðnum var heldur ikki at forsmáa, og stuðulin gevur valevnunum meira rásarúm at føra politikk.

- Hjá okkum hava Framsøkin ung havt ómetaliga stóran týdning. Eg giti, at tað er tað sama hjá hinum flokkunum, ið hava fingið valevni inn. Tey gera alt fótarbeiðið. Tey hanga plakatirnar upp, tey deila uppsløg, tey reka vegna ein. So bara um ein limur í ungmannafelagnum hevur fingið tvær atkvøður heldur enn eina, so er longu okkurt vunnið.

- Eg hevði ikki fingið líka gott valúrslit, um eg ikki hevði baklandið við. Tey hava verið ómetaliga ófør, sigur Bjarni K. Petersen sum eisini vísir á, at hóast tað kann tykjast eitt sindur vónleyst av og á, so eru ungmannafeløgini eisini við til at mynda politikkin hjá flokkinum uttan fyri valárini, og at tey á tann hátt eisini gera stóran mun.

 

Ung tingfólk kunnu eisini fara í landsstýrið

Bjarni K. Petersen endaði saman við Beinir Johannesen og Ingilín Strøm á evstu rókum í flokkinum til valið, og hann sær einki til hindurs fyri tí, at ungir tinglimir við tryggum mandati fáa pláss í landsstýrinum.

- Nú fáa vit at síggja, hvussu tað útfoldar seg í samgonguni. Hjá einum atkvøðuslúki sum Beinir Johannesen, har hevði tað virkað mær nattúrligt, at hann fór út í landsstýrið. So veit eg ikki, hvussu tað verður við okkum trimum, sum síggja út til at fara í andstøðu. Men nú eru vit fýra. Kjansurin fyri at onkur endar í landsstýrinum er høgur.

Bjarni K. Petersen leggur aftrat, at hóast tað í summum førum kann vera ótaktiskt at seta ung fólk í landsstýrið, so hevur tað eitt ávíst signalvirði eisini, at flokkarnir hava álit á teimum ungu.

- Tað er eisini ymiskt frá stjórnarráði til stjórnarráð  - og samstundis eisini frá persóni til persón - men eg haldi ikki, at tað er heilt ómøguligt at hava ung landsstýrisfólk undir 30, sigur Bjarni K. Petersen.