Ung við ávirkan í Føroyum

Tað hevur leingið verið tosað um vantandi fólkavøkstur og stóru fráflytingini av teimum ungu í Føroyum. Á nógvar mátar er tað vorðið roynt at draga fleiri aftur til Føroyar við vón um, at ung fara at trívast og virka í Føroyum. Nógv av hesum hevur verið følsk orð og følsk lyftir. Lyftir og orð, ið kundu havt skapa betri og virðiligari karmar rundanum tey ungu í Føroyum. Vit bíða enn, at onkur tekur ábyrgd av ungum í Føroyum. Veruleikin er bara tann, at um ung skulu ynskja at búgva í Føroyum er tað alneyðugt, at ung hava stóra ábyrgd og ávirkan í samfelagnum.

Størri ábyrgd
Við ávirkan meinast við, at ung mugu hava ábyrgd og taka avgerðir soleiðis, at tey skapa sín egna ynskta ungdóm. Ábyrgdin skal liggja yvir teirra øki, nevniliga lestrarumhvørvi, framtíðarmøguleikarnar, arbeiði og øki, ið hava við ung at gera. Tað er ein fortreyt fyri, at ung geva sítt íkast til samfelagið, at ung hava ábyrgd. Ábyrgdin yvir alla skúlagongd, allar arbeiðsmøguleikar og alt umhvørvi kann ikki liggja á teimum eldru, ið halda seg vita, hvat vit ynskja, at landið skal bjóða við teirra vitan, við kanningum o.ø. 

Tað er alneyðugt, at vit fáa fleiri sjónligari ung í almennum ráðum. Neyðugt er eisini, at vit fáa fleiri ungdómsráð yvirhøvur, ið virka í praksis og ikki bara í talu. Hetta fyri at skapa fjølbroytni og ymiskar meiningar, ið viðvíkja gerandisdagin og framtíðina hjá ungum. Fyri at ung eisini fáa størstu ávirkan heldur Tjóðveldi, at valaldurin verður lækkaður til 16 ár.

Umhvørvi hjá ungum raðfestast hægri
Føroyar er í kapping við grannalond okkara um føroyska ungdómin. Fleiri og fleiri ung leita sær uttanlands at fáa sær útbúgving, og eru fleiri útbúgvingar sera langar. At fáa sær útbúgving uttanlands gevur fólki góðar royndir og nógvar upplivingar, men møguleikin at fólkið kemur aftur gerst minni, longri tey eru uttanlands. Lestrarumhvørvi í Føroyum má tí verða hægri raðfest og minni spart, so tað gerast fleiri og fjølbroyttari útbúgvingar. Millum hesar útbúgvingar er tað neyðugt, at tað eisini verður bjóðað út mentanar- og listatilboð til ung. Fyri at ung kunnu hava møguleika at gagnnýta sær av lestrarumhvørvinum, ið er í Føroyum, er tað eisini neyðugt við lestraríbúðum, so ung virka sjálvstøðugt í samfelagnum.

Ung eru ymisk, og tað eru ikki øll, ið velja at fara undir útbúgving. Útbúgvingarskipanin má tí vera so mikið breið, at lærupláss eru at finna og stuðulsskipanir eru til tey, ið leita sær eftir arbeiði eftir loknan lestur. Ungdómsarbeiðsloysi skal vera minimalt, so ung kunnu geva alt sítt íkast til samfelagið, og ikki velja Føroyar frá. 

Tjóðveldi ynskir, at virka fyri tey ungu í Føroyum og skapa teimum umhvørvi innan lestur, arbeiðsroyndir, mentan, íverksetan o.ø. Í nýggju stevnumiðum Tjóðveldis er tað lagdur stórur dentur á, at tey ungu hava eitt virðiligt umhvørvi at virka í. Í stevnumiðunum er ein ungdómspolitikkur, ið er skrivaður í tøttum samstarvi við Unga Tjóðveldið. Ungdómspolitkkurin umfatar nógv fjølbroytt evni, og fevnir um øll ung í Føroyum. Tjóðveldið ynskir, at umhvørvi hjá teimum ungu skal verða skapt av teimum ungu soleiðis, at tey virðismeta fólkaræðisligu hugsjónina í Føroyum.

Vegna Unga Tjóðveldið
Kristina Clementsen