Uttanríkisráðharrin í Ungarn, Peter Szijjarto, sigur, at landið fer at seta seg upp ímóti nýggjum ES-revsititøkum móti Russlandi.
- Vit fara at blokera ætlaðu tiltøkini, sigur hann.
Peter Szijjarto vísir á, at Ungarn fer ikki at samtykka fleiri revsitiltøk, um ikki Ukraina letur uppaftur russisku Drusjba-oljurørleiðingina til Ungarn og Slovakia.
- Vit fara ikki at samtykkja revsitiltøk sum eru týdningarmikil fyri Kyiv, skrivar uttanríkisraðharrin í Ungarn á sosialum miðlum.
Ukraina sigur, at Drusjba-oljurørleiðingin er stongd orsakað av skaðum í einum russiskum álopi á Ukraina í endanum av januar.
##med2##
Uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, segði seg seint í hesi vikuni vóna, at næsti pakkin við revsitiltøkum móti Russlandi kundi samtykkjast í morgin, mánadagin.
Hesi tiltøk skulu eitt nú forða skipum í sonevnda russiska skuggaflotanum at koma í evropeiskar havnir.
Endamálið við hesum er at gera tað truplari hjá Russlandi at senda russiska olju út í heimin - í russiskum skipum, skrásett undir øðrum fløggum.
Fríggjadagin hótti forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, eisini við at leggja veto ímóti milliardaláni, sum ES hevur gjørt av at veita Ukraina - um ikki oljurørleiðingin verður latin uppaftur.
Hetta skrivar www.tv2.no í morgun.












