Ungarn nýggjan forseta

Pal Schmitt, sum er ein av teimum fremstu leiðarunum í ungarska stjórnarflokkinum Fidesz, varð í dag valdur til landsins næsta forseta. Tað var tjóðartingið, sum valdi hann. Í tinginum eru 386 limir, og Pal Schmitt fekk 263 av teimum 322 atkvøðunum, sum vórðu góðkendar.

Mótvalevnið, sosialisturin Andras Balogh, fekk 59 atkvøður.

Tann 68 ára gamli Pal Schmitt er fyrrverandi diplomatur og gamal ítróttarmaður. Hann tekur við forsetaembætinum hann 6. august, tá embætisskeiðið hjá verandi forsetanum, Laszlo Solyom, endar.