Ungdómslandsliðsspælari til ÍF

ÍF hevur fingið tilgongd av 18 ára gomlum kenningi

ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla Gundur Ellingsgaard Petersen. Hann hevur undirskrivað sáttmála við ÍF fyri kappingarárið 2019.

 

- 18-ára gamli fuglfirðingurin hevur tað mesta av sínum ungdómsárum spælt við ÍF. Tey seinastu árini hevur Gundur búð í Íslandi, har hann hevur spælt við Valur í Reykjavík. Hann hevur tey seinastu árini verið við partur av ungdómslandsliðum, og stendur eitt nú skrivaður fyri tíggju U17 landsdystir, skrivar heimasíðan hjá ÍF.

 

Hann verður lýstur sum ein kvikur spælari, sum er góður á bóltinum og kann røkja fleiri pláss. Fyrr í vikuni kunngjørdi ÍF eisini, at Holgar Durhuus er komin til felagið frá norskum fótbólti. Tilgongdin telur eisini spælarar sum Høgna Madsen og Karl Løkin.