Magnus Tausen, stjóri í Námi
-----
Tá ið politiska skipanin viðgerð móðurmál okkara, Málráðið, stavraðið osfr. endar tað at kalla hvørja ferð í beinleiðis hjálparloysi. Makan til evni at traðka alt og øll undir fót skal verða leitað leingi eftir. Í øllum førum frá teimum mælskastu. Tíbetur er tað so, at tá ið ringast stendur til, er hjálpin næst.
Mánadagin varð eg kallaður inn í Mentanarnevndina í Ungdómstinginum. Á skrá vóru tvey mál. Serliga var tað tingmálið við føroyskum frálærutilfari í øllum fakum, sum var framúr. Eg havi ongantíð lisið eitt lógaruppskot, sum hevur rørt meg so inniliga, sum hetta frá 8 skúlanæmingum í fólkaskúla okkara. Serliga er tað hugtakið »móðurmálskærleiki«, sum verður sett inn í grein 2 í fólka-skúlalógini, so at hon framyvir verður orðað:
»Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, fólkaræði og móðurmálskærleika.«
Grundgevingin hjá ungdómstingfólkunum er, at ungdómurin gerst meiri tilvitaður um tað føroyska málið. Børn og ung skulu vaksa upp í einum føroyskum umhvørvi, har tey eru tilvitað um, hvussu lítið tað føroyska málið er. Málið er at varðveita føroyska móðurmálið, ið ikki sæst serliga væl í ungdóminum og er undir trýsti frá serliga enskum. Tí skal alt undirvísingartilfarið vera á føroyskum.
Í viðgerðini í Mentanarnevndini henda dagin sat eg yvirfyri væl fyrireikaðum ungum fólkum, sum dugdu væl at tala sína søk, men eisini vóru opin og leitandi eftir øðrum hugsanum og grundgevingum. Formaðurin leiddi fundin fyrimyndarliga, og tingfólk hildu seg til evnið í einum og øllum. Og tað kann eg siga tykkum øllum, sum ikki hava verið í løgtingsnevnd ella í sambandi við politiska veldið yvirhøvur, at tað er ikki á hvørjum sinni, at tú upplivir tað.
Skuldi eg havt eitt ynski í 2014 í sambandi við arbeiði mítt, so var tað, at ungdómstingið bara henda eina dagin hevði rættindini at samtykkja lógir. Tá ið tað tíverri ikki er so, er ynski mítt ístaðin, at okkurt løgtingsfólk tekur hesa lógarbroytingina til sín og leggur hana fram á ting, so at móðurmálskærleiki verður feldur inn í fólkaskúlalóg okkara, og at frálærutilfarið í øllum fakum er á føroyskum.
Hevur Løgtingið nakra sum helst virðing fyri Ungdómstinginum, gera tit tykkum tann ómak, at tit hyggja at lógaruppskotunum, viðgera tey og taka tey til tykkara, tí tey frá tí ættarliðinum, sum Føroyar byggja framtíð sína á. Og við ungum fólkum sum hesum, hava vit gott í væntu, bara vit ikki tiga tey av landinum.