Ungdómurin er okkara framtíð!

Um vit veruliga skulu hava ein sterkan og kappingarføran høvuðsstað, verða vit noydd at viðurkenna, at ungdómurin er einasta loysnin. Tey eru drívkraftin.

Tey góðtaka ikki status quo. Tey krevja av samfelagnum, at vit geva teimum rúmd, geva teimum rásarúm, so at tey kunnu gleðast og forvitnast um lívið. Um vit ikki lurta eftir teimum, keypa tey ein flogferðaseðil á netinum, og búseta seg í einum høvuðsstaði, ið viðurkennur teirra ynskir.

Skipanin
Tíverri haltar politiska skipanin aftaná. Hon megnar ikki at fylgja við rákinum, megnar ikki at skapa neyðugu karmarnar. Í alt ov langa tíð hevur politiska skipanin verið umboða av eldri og tilkomnum fólkum. Fólkum, ið ikki kenna til drívkraftina hjá ungdóminum. Hetta endurspeglast eisini í politisku íløgunum.

Boðanesheimið kostaði 100 mió. kr. Skúlin á Argjum kostaði 150 mió. kr. Við øðrum orðum. Politiska skipanin valdi at nýta 100 milliónir kr. til eldri fólk. 150 milliónir uppá barnafamiljur.

Hetta skal tó ikki misskiljast, tí eg taki 100% undir við íløgunum. Tær vóru neyðugar, tí eftirspurningurin eftir nýggjum skúla og røktarheimið var stórur, tá ið hendan samgonga tók við í 2008.

Tað, sum eg vil vísa við hesum er, at í Tórshavnar kommunu megna vit, at gera neyðugar íløgur, har tørvur er á tí. Vit kunnu gera íløgur, ið veruliga bøta um viðurskiftini hjá eldri og tilkomnum fólkum. Hjá barnafamiljunum og sjálvandi eisini ungdóminum.

Íløgur í ungdóminum
Nú er tíðin komin, til gera íløgur í ungdómin. Vit hava pengarnar. Vit hava møguleikan at skapa karmarnar, sum ungdómurin tráar eftir. Tað einasta, ið krevst, eru nakrar røddir, ið umboða
sjónarmiðini hjá ungdóminum. Spurningurin er bara: hava vit viljan? Hava vit drívkraftina?

Stendur tað upp til mín, gera vit íløgur í lestrarumhvørvi, í mentanarlívið og ítróttin og annað, ið tryggjar okkum móti, at ungdómurin rýmur av landinum. Tí ungdómurin er okkara framtíð!