Fiskivinna
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, stúrir eftir øllum at døma ikki fyri gongdini, nú nøkur feløg í Føroyum gera royndir við at frysta smáan upsa, sum verður seldur á russiska marknaðin.
Hann heldur ikki, at vandin er so stórur við, at skip nú møguliga fara at leggja seg minni eftir at fáa fatur á tí størra fiskinum, tí tann smái upsin kann frystast og seljast fyri hampiliga góðan prís í Ruslandi.
- Nei, eg síggi ikki hetta sum nakran trupulleika, so leingi fiskað verður eftir teimum ásetingum, sum eru galdandi.
Minstamát og kunngerð
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at vit hava eitt minsta mát fyri upsa, sum er 55 cm., og hann gongur út frá, at henda áseting verður fylgd.
- Vit hava eisini eina ungfiskakunngerð, sum sigur, at skip hava skyldu at boða frá, um ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini. Er nøgdin av ungfiskin ov stór, kunnu leiðirnar steingjast í eina tíð.
Hann dugir ikki at síggja, at tað er nakar munur fyri upsastovnin, um fiskurin verður virkaður á landi ella seldur frystur til Ruslands.
- Sjálvandi fer veiðimaðurin eftir tí fiskinum, sum nakað fæst av og sum gevur besta prísin.
Kemur til sættis
Hjalti í Jákupsstovu væntar ikki, at royndin eftir tí smáa fiskinum verður størri, hóast hesin nú í ávísum førum kann seljast fyri ein betri prís.
- Upsin er sum heild smáur, og tí vænti eg ikki, at royndin hjá hesum skipum verður stórt øðrvísi, enn hon annars hevði verið, um tey lítið og einki fingu fyri henda fiskin.
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni heldur, at tað er nógv betur, at prísur kann fáast fyri smáa fiskin ? heldur enn, at hann kanska verður tveittur í havið aftur.
- Fæst prísur fyri fiskin, kemur hann í minsta lagi til sættis, sigur Hjalti í Jákupsstovu.