Ólafur Jóhannesson, íslendskur landsliðsvenjari, hevur valt sínar 18 mans, sum sunnudagin í Kórinn-høllini á Kópavogi skulu royna seg í altjóða venjingardystinum ímóti Føroyum.
Talan er um eitt ungt og óroynt landslið, tí átta av leikararunum hava ongantíð áður umboðað Ísland í altjóða dysti, meðan hinir 11 hava spælt 43 landsdystir tilsamans.
Fýra útisetar eru við í íslendska hópinum. Teir eru Guðmundur Reynir Guðmundsson og Eyjólfur Heðinsson úr svenska felagnum GAIS, Jóhann Berg Guðmundsson úr hollendska AZ Alkmaar og Rúrik Gislason úr danska Viborg.