Ungir svimjarar venja saman

Venjingarlega var um vikuskiftið á Tvøroyri. Ungir svimjarar hittust og tað var í roynd og veru ungdómslandsliðið, sum her vandi og hugnaði sær. Hylurin á Tvøroyri er lítil, og tí eru slík tiltøk ikki gerndiskostur á Tvøroyri


Ungdómslandsliðið í svimjing hevur verið saman á venjingarlegu um vikuskiftið. Svimjararnir eru um 10 - 13 ára aldur og legan var ein samanseting av venjing, hugna og ymsum kappingum til gamans, t.d. postarenning.
Svimjararnir vóru eini 30 í tali og komu úr øllum landinum at svimja á Tvøroyri leygardagin og sunnudagin.
Svimjihylurin á Tvøroyri er lítil og stendur ikki mát við tað, ið krevst til kappingar. Hylurin er 12,5 metrar og kravdir eru 25 metrar, um góðkendar kappingar skulu vera í hylinum.
Legan á Tvøroyri endaði sunnukvøldið. Vanliga eru 4 slíkar legur árliga.