Ungir tónleikarar og nýggjr tónleikur

Í dag klokkan 16 verður konsert í Norðurlandahúsinum við tónleiki eftir Sámal Jákup Jakobsen og Ólavi í Búrstovu.

Norðurlandahúsið og MuikkskúlaMiðnám samstarva um »Tónleikarar á Veg«, sum er ein afturvendandi konsertrøð. Hon verður hildin í Norðurlandahúsinum, og hevur hon hetta skúlaárið talt tríggjar konsertir. Tann seinasta á hesum sinni verður við spildurnýggjum tónleiki eftir tónaskøldunum Sámal Jákup Jakobsen og Ólavi í Búrstovu.

Tónaskøldini bæði hava lagt stóran dent á at bróta niður skilaveggirnar millum rútmiskan og klassiskan tónleik, og verður úrslitið at hoyra í dag klokkan 16. Allir tónleikarar, ið ganga á MusikkskúlaMiðnámi spæla við.

Framførslan verður stjórnað av lærara tónaskaldanna, Sunleif Rasmussen.