Eli Hentze
Stuttligt tykir mær, at tankin at stovnseta ungmannafelag er sprottin umborð á slupp á fjarum fiskileiðum, har hesir sjógarpar baldust. Dávur hjá Kitty var tá 24 og Kristian hjá Óla 19 ára gamal. Hesir báðir ungu menn vóru teir, ið undan gingu. Hinir eldru blandaðu seg ikki uppí.
Um heystið sama ár verður so boðað til fundar. Fundarboðini blivu givin í dansinum á Reynatúgvu. Fyrsti fundurin, stovningardagurin, varð hildin á Reynatúgvu 11. november 1923. Skemtiliga søgan hjá M. A. Winther, Orrustan í Klandurskoti, varð lisin. Fundurin, ið bert var fyri mannfólk, harav orðið ungmannafelag, helt, at føroyski dansurin ikki hevði bestu umstøður, at lítið skil var á dansinum. Hans Hendrik á Heyggi og Niels Jacob hjá Lítla Óla fingu til uppgávu at bøta um óskilið. Væl gekk, dansurin bleiv nógv betri. Harafturat bleiv ungmannafelagið navngivið, og kom at eita Virkið, og ber í dag sama navn.
Sjónleikurin, hornasteinurin í felagnum
At ungmannafelagið bert var fyri menn vardi ikki leingi. Tá ið skipast skuldi fyri tiltøkum var eyðsýnt, at brúk var fyri konufólkunum. Frá felagsins upphavi bleiv sjónleikur spældur. Tey mongu fyrstu árini varð hildið til á Reynatúgvu, ið Jógvan Krog átti. Árið eftir stovnanina varð fyrsti sjónleikur leiktur. Vár kallaðist leikurin, ið Símun av Skarði skrivaði. Innkomni peningurin bleiv brúktur at keypa felagnum eitt radiotól, ið bleiv sett upp í skúlanum. Leikararnir vóru hesir: Niels Jacob hjá Lítla Óla var Ólavur Bóndi. Hansina hjá Mouritsi var Anna, kona bóndan. Sigurd á Teigunum var Haraldur, sonur teirra. Nella var Sigrid, dóttir teirra. Jacobina á Klovanum var Marin, arbeiðskonan. Edvard Hjalt var Hanus, træsmiður. Pól undir Skarði var Sjúrður av Toftum. Petur í Koytugarði var Stina. Og hóast umstøðurnar at leika sjónleik á Reynatúgvu vóru út at lagi ringar, varð sjónleikur leiktur nærmum á hvørjum ári. Fyrsti leikurin í tí nýggja ungmannafelagshúsinum, ið stóð liðugt í 1953, varð leiktur árið eftir. Høvdingar hittast kallaðist leikurin. Avgjørt varð at fara til Havnar við leikinum, ið tværreisur megnaði at undirhalda einum fullsettum Sjónleikarahúsi. Inntøkan av leikinum var stór, knappar 20.000 kr.
Nógv fundarvirksemi
á Reynatúgvu
Í felagsins ungu døgum vóru regluligir fundir hildnir eina ferð um vikuna, fríggjakvøld, ta tíðina menninir vóru heima frá oktober til februar mánað. Tá hevði felagið eitt blað, ið limirnir upp á skift høvdu heim til húsa at skriva í, sum síðani skuldi lesast upp á komandi fundi, helst av skrivaranum sjálvum. Hetta bókmentaliga framtak bleiv álagt limunum. Ikki minst søgan um ta álvarsomu hending, ið fór fram vestan fyri Sandoynna hin 14. mars 1940, er rørandi og livandi. Illveður varð brostið á, og tríggir bátar vóru ikki komnir aftur at landi: Føroyingurin, Vesturfarið og Riddarin. Um hesa hending bleiv skrivað í blaðið, nøvnini á teimum, ið vóru til útróðrar henda dag, blivu broytt. Livandi og hugvekjandi varð greitt frá hesi hending, ið nærum hevði kostað Sands bygd tjúgu mannalív. 10 ár seinni, skuldi tað vísa seg at havsins til tíðir náðileysa nátúr var náðileys. Eisini framhaldssøgur blivu lisnar, og ikki minst bøkurnar hjá Strømberg, ið Mortan í Skála so meistarliga las á donskum máli. Sungið bleiv úr Føroya Fólks Songbók, og kjakfundir hildnir av og á. Fólk aðrastaðir frá blivu biðin at luttaka, men aldrin bleiv politikkur viðgjørdur. Tað var bannað at tosa politikk á fundum, ið ungmannafelagið skipaði fyri.
Tað var stóri dreymurin ? at sleppa í veitslu
Og so vóru tað veitslurnar. Hildnar sunnudag fyri ikki at bróta halgidagslógina. Tað var dreymurin, sigur ein eldri kona, fyrrverandi formaður og virkin í felagnum í nógv harrans ár, fyri mær. Tá ið føðingardagsurið hevði sligið 14, kundi man gerast limur og harvið sleppa í veitslu. Áðrenn Losjan bleiv bygd fyrst í 30'unum varð borðhaldið í skúlanum og dansurin á Reynatúgvu. Ónossligt var ofta at ganga tann langa teinin frá Losjuni norður á Reynatúgvu. Tá høvdu vit dansiskógvar við. Høvdu teir í lummanum. Uttan iva hevur henda gonga havt sína sjarmu í myrkrinum, tí myrkt var. Veitslan hevur altíð verið hildin mitt í november. Væl og virðiliga fríggingarmyrkt og lagamanni í myrkrinum, ið goymir tað dulda og ósædda. Men fyri ikki at lata kærleikstilvildina ráða fult og heilt í myrkrinum, var tað í 40'unum og nakað inn í 50'ini vanligt at para veitslufólkið. Hetta óansæð, um tú var giftur ella ei. Og so var tað upp til lagnuna, sigur hon smílandi, og minnist aftur fyrstu ferð, hvussu spennandi tað var. Hon bleiv parað saman við einum, ið tíbetur dugdi væl at dansa, leggur hon afturat. Og treyðugt so, onkur fann saman upp á henda mátan, og giftist seinni.
Undir krígnum stóð ikki alt ov væl til við mati, so tá læt hvør maður eitt stykki av kjøti. Bøndurnir lótu eplir. Eitt rugbreyð og kaku skuldi hvør sær eisini av við. Bestikkið varð avheintað kvøldið fyri. Gingið varð í húsini við baljum at fáa bestikk. Og so varð farið í veitslu við knívi og gafli í lummanum. Hetta at læna bestikk bleiv eisini brúkt væl aftan á kríggið.
Klæmint hjá Nielsi dugdi væl at dansa eingilskdans
Sum nevnt omanfyri, so var eitt av málunum á skránni stovningardagin: dansurin. Veturin 1925-26 bleiv heitt á eldri fólk um at hjálpa til at dansa dansispølini, og fólk hildu seg ikki aftur. Henda traditión hevur verið hildin viðlíka øll árini, og er enn virkandi. Hon greiðir frá, at dansur var bæði sunnudag og mikudag. Bæði føroyskur og eingilskur dansur, mikudag tó næstan bara eingilskur, og henda skipanin gjørdi, at hvørgin partur bleiv trokaður av rókini, pláss var fyri bæði tí føroyska og tí eingilska. Eingilskdansurin fekk ordiliga fótin fyri seg, meðan eitt danskt læknapar var á Sandi. Hon undirvísti í doktarahúsunum. Serliga vóru tað Klæmint hjá Nielsi og Evald á Breiðateig og Fridrikka, ið dugdu væl at dansa. Tey skuldu vísa fyri hinum, hvussu man gjørdi, sigur hon.
Ungmanna-
felagshús í 1953
Síðst í 40'unum byrjar prátið um at byggja eitt ungmannafelagshús. Krog orkaði ikki meiri at hava Reynatúgvu, og hon bleiv seld. Hetta hús, ið hevði verið karmur um mentanarlívið í bygdini. Á hesum stað goymast ótaldar og taldar søgur. Ein, og eg kann ikki lata vera við at fortelja hana í hesum fullveldistíðum, er søgan um politiskan fund hildin á Reynatúgvu. Jóanes bóndi og Andras Samuelsen vóru politisku gestirnir umboðandi tjóðskapar og sambandsleiðina, einastu politisku rætningar tá í tíðini. Ljós var sum vera man onki, men lærarin í bygdini, ið var sera hugaður tjóðskaparmaður, hevði bjartlýsandi lampu við á fundin, og hon lýsti sjálvandi so leingi, sum Jóanes bóndi tosaði tjóðskapartos, men tá ið Andras trein á pallin, tók lærarin lampuna og fór, eftir sótu áhoyrarar og Andras í myrkri. Men tað bar ikki til, og tískil noyddist verfaðir læraran, ið var ivrigur sambandsmaður, at kasta ljós á Andras. Sum eitt kuriosum kann leggjast afturat, at núverandi løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin á tingi, Páll á Reynatúgvu, traðkaði sínar barnaskógvar í hesum sama húsi. Kanska andi bóndans og ljós lærarans hava ávirkað sinnið, hvør veit??
Farið verður undir byggingina av ungmannafelagshúsi síðst í 40'unum. Hvør maður tók spaka í hond og hjálpti til. Alt arbeiðið sjálvboðið.
Nøkur ár gingu, áðrenn húsið kundi innvígast. Heystið 1953 var arbeiðið liðugt. Men serliga veturin 1951 var trupul at koma ígjøgnum hjá sandingum, og tá steðgaði byggingin nærum upp. 28.oktober hvarv snurrivodsbáturin Alvi við mann og mús undir Íslandi. Janus Nicodemusen, Herleiv Poulsen, Niels Jákup Clementsen, Dávur Heinesen allir heiman av Sandi og Eisinberg Hentze úr Skopun fingu eina váta grøv. Hálvan annan mánað seinni, hin 14.desember, druknaðu tveir ungir menn inni á vatni, Petur Johannesen og Gormund Jacobsen. Heima á Sandi var dapurt at vera. Jógvan Poulsen, ið var formaður, tá ið húsið bleiv bygt, minnist væl dagin óhappið hendi inni á vatni. Fundur hevði verið í Losjuni. Um midnáttarleitið sær Jógvan bil fara framvið við báti í, og tað var óvanligt, so okkurt mátti vera hent, og so var. Sorgin var stór.
Húsið verður útbygt
og varðin fingin í húsið
25 ár aftaná at húsið varð liðugt, metti sitandi nevnd, at ein útbygging var upp á sítt pláss. Bygt bleiv upp í suðureftir umframt broytingar inni í húsinum. Hendan útbyggingin varð liðug til 50 ára føðingardagin. Til hetta hátíðarhaldið hevði Sigmund hjá Skræddaranum málað búmerkið, ið er ein varði. Frálíkt hugskot. Varðin er vegvísari. Dettur av honum leggur man bara afturat aftur. Hann stendur í øllum veðrið og vísir veg. Og tíðir hava eisini verið, har farið er av varðanum, men so aftur aðrar tíðir, har lagt er afturat, men ongantíð er hann dottin. Heimasandsmenn hava verið raskir at laga. Og ikki minst týdning hevur tað fyri trivnaðin í bygdini, at fleiri ættarlið í felag varða um varðan.
Føstulávintsskemt
Tá ið sjónleikur í fleiri førum er havdur á máli, ber ikki til at lata vera við at nevna Føstulávintsskemtið, ið ungmannafelagið hevur havt síðani 1971. Jú, har eru mong gullkorn søgd bæði í yrkingum, vísum og leikum. Gamaní, onkuntíð hevur gingið í so nær, tá ið veruliga skuldi skjótast við skørpum eftir bygdarfólkunum og oyggjarbúgvunum annars. Men ger tað nakað, tí føstulávintin á Sandi er sera hugnalig, og skemtið setir prikkin yvir i´ið. Annars var tað einaferð ein trúboðari, ið var komin til Sands føstulávintsmánadag og harmaðist um, hvussu hesin dagur varð hildin á Sandi. Hann fór runt í bygdini og boðaði frá, at møti bleiv í Losjuni. Hann búði í Trøðum, og á heimleið møtir hann einum av bøndrunum. Hann fortelur honum um ætlanir sínar og heldur fyri við bóndan: Hvar halda tygum Várharra verður í kvøld? Bóndin svarar: Hann man fara at verða á Reynatúgvu, í dansinum, tí í Losjuni, har verða tygum.
Ættarlið hond í hond inn í nýggja øld
Nógvir stormar hava verið síðani 11.november 1923, og tíðin hevur givið okkum nýggj andlit og nýggjar siðir. Undirhaldsmøguleikarnir eru óteljandi í nútíðarsamfelagnum, og tí hevur eitt ungmannafelag kanska ikki eins stórt virðið og tað hevði, men húsið, felagið, er framvegis karmurin um eitt blomstrandi mentanarlív í bygdini. Ikki so fáir tónleikarar hava og hava havt gleði av húsinum, tann kendasti helst Sunleif Rasmussen, sum í sínum grøna vári byrjaði karrieru sína við orkestrinum,Iron Bulls. Gamaní, ungdómurin í dag kennir helst ikki ørandi longsul eftir fyrstu veitsluni, tí mangar munnu veitslurnar longu hava verið. Men tað er at vóna, at ættarliðini í felag framhaldandi møta til hugnaligu veitslurnar og onnur tiltøk í húsinum. Samanhaldið og forstáilsi millum ættarlið er ein styrki, ið vit ikki mugu missa av hondum. Ungdómurin í dag, segði gamli grikkin Sokrates eitt sindur niðursetandi, fyri eg veit ikki hvussu nógvum árum síðani. Ungdómurin í 1998 er eisini øðrvísi, men hann er fullur av lívið og huga og lívsfýsni. Tað skulu tey, ið eldri eru royna at skilja, eins væl og ungdómurin skal royna at skilja og virðismeta tað, ið tey eldru standa fyri. Eg haldi ikki, at ungmannafelagið í dag sameinir ættarliðini, soleiðis sum fyrr. Felagið hevur ikki skyldina, men tíðin, og hon er sum hon er.
Tá eg í áðni so upplívgandi segði, at tað er eitt blomstrandi mentanarlív í bygdini, so havi eg helst tikið munnin í so fullan, tí sannleikin er nakað øðrvísi. Samfelagsstormarnir, tíðin, gera tað helst trupult. Fólk flest hava so nógva frítíð, at tey vita ikki, hvat tey skulu brúka hana til, men hví ikki hava t.d. upplestrarkvøld um vetrarnar?? Hvør veit, kanska býr ein lítil rithøvundur í búkinum á onkrum sandingi. Møguleikarnir eru fleiri, uttan at eg skal nevna allar her, men tað krevur eitt viðvirkandi bygdarfólk. Eitt fólk, ið leitar burtur frá mentanarlívinum í sjónvarpskassanum og út í tún at uppliva mentanina.
Leygarkvøldið 14. november kl. 19.00 byrjar 75 ára føðingardagsveitslan í húsinum, sum hevur givið so nógvum so nógv. Felagnum verður ynskt hjartaliga tillukku og góðan túr komandi.