Ungu neista­menninir skulu broyta hugburð

Heini Hanusarson fer neyvan at spæla hondbólt komandi kappingarár. Avtalan við Neistan verður eftir øllum at døma ikki longd, og enn er einki annað nøktandi tilboð komið til hansara

Neist­in stóð seg ikki serliga væl í lands­kappingini í ár. Steypa­vinn­arar­nir vóru fjórðir í røðini tá av­tornaði, og tað var ikki nøktandi. Ein orsøk til keðiligu gongdina var, at Sjúrður Thomassen og Tummas Pauli Hanusarson vóru darv­aðir av skaðum, men Heini Hanusarson heldur eisini, at ungu neista­menn­inir hava ikki víst serliga góðan hugburð í ár:
– Eg eri av tí fatan, at broyta ungu neistamenninir ikki hugburð í sambandi við venjing, so verða teir trumlaðir niður av hoyvíkingum, vestmenningum og kollfirðingum, ja, eftirbátur í mun til aðrar ungar spælarar kring landið. Teir eru væl fyri tekniskt, men ikki tá tað kemur til kropsliga venjing, sum skal til, sigur Heini Hanusarson við heimasíðuna hvannrok.fo, sum ber tíðindini, at landsliðsspælarin neyvan fer at spæla næsta árið.

Kanska venjari
– Sjálvt um teir høvdu kort til venj­ingar­miðstøð, so brúktu teir ikki hesar møguleikar. Hetta sást eisini í seinastu dystunum, tí menn vóru ikki nóg væl fyri. Nógv­ir talentfullir spælarar, men teir tíma ikki at gera tað, sum skal til fyri at blíva vinnarar, sigur hann við heimasíðuna.
34 ára gamli Heini Hanusarson ætlar sær skjótt venjaraleiðina. Hann tók elitu­út­búgv­ingina hjá DHF í fjør, og diplom-útbúgvingin verður ætlandi tikin í summar. Tað gloppar hurðini at venja hondbóltslið í bestu deild­unum í Evropa. Tað einasta, sum restar í, er Master Coach, sum tek­ur eitt ár, skrivar hvannrok.fo.
Nógvar broytingar eru framdar í besta manshópinum hjá Neistanum. Áki Mørk hevur tikið við sum venjari, Finnur Hansson hevur skift til Kyndil, málverjin Ári Egason Dam hevur skrivað undir avtalu við H71, og nú er greitt, at Heini Hanusarson verður heldur ikki í hóp­inum komandi kappingarár.