Løgreglan tók í gjár ein ungan drong, sum hevur viðgingið, at tað var hann, sum stjól tríggjar bilar í Suðuroy leygarnáttina.
Hann hevði aldur at koyra bil, men hevði onki koyrikort og hann hevur greitt løgregluni frá, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, tá ið hann stjól teir tríggjar bilarnar.
Ein bilur varð stolin í Hvalba og kom aftur í aftur í Hvalba, har hann hevði rent á eina garasju og hevði fingið nakað av skaða
Hinir báðir bilarnir vórðu stolnur á Tvøroyri. Annar var afturfunnin í Trongisvági við einum minni skaða og hin varð afturfunnin í Hvalba við stórum skaða.
Løgreglan sigur, at í tveimum av bilunum lógu lyklarnir í.