<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Rasmus Rasmussen"$?$end$!$Rasmus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ var eftir álopið herfyri og drápshóttanirnar, ið komu eftir hetta, innlagdur á psykiatrisku deild og fær tí ikki spælt á stóru konsertini hjá Makrel á Útnorður Tónleikafestivalinum í Keypmannahavn.<BR><st1:PersonName w:st="on" ProductID="Rasmus Rasmussen"$?$end$!$Rasmus Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ var á AME tiltakinum í Norðurlandahúsinum í fyrra árið valdur til Føroya besta gittarleikara, og hansara leiklutur í Makrel er sera stórur. Sum sangskrivari og sum alt-umfevnandi partur av ljóðmyndini er ótrúliga ringt at ímynda sær Makrel uttan Rasmus. Men hetta vikuskiftið verður hetta altso veruleiki, tá Crawling Blue oddamaðurin Uni R. Debess skal royna at fylla holið eftir Rasmus í Makrel. <BR>Rólant av Reyni, ið saman við Rasmusi røkir gittarleiklutirnar í Makrel, sigur við Sosialin, at Rasmus gav teimum boðini fyri tveimum vikum síðan, og síðan tá hevur bólkurin vant við Una R. Debess. Venjingin gongur sambært Rólanti stak væl.
- Vit hava givið Una fríar hendur, tað einasta sum hann skal spæla av Rasmusa gittarum eru melodilinjurnar, sigur Rólant. Teir í Makrel eru greiðir yvir, at Rasmus er ein so mikið egin og serligur gittarleikari, at tað var burtur úr vón og viti at biðja onkran annan spæla líka sum hann. Tí verður útgávan av Makrel, ið spælir leygarkvøldið í Hal D, beint aftan fyri Norður Bryggjuna í Keypmannahavn heldur øðrvísi, enn vit eru von við, og útsetingarnar av løgunum vera heilt serligar.
Makrel fer at spæla tónleik av teimum báðum fløgunum Wonderland og Transcend, men eisini eitt nýtt lag verður á skránni.
- Hetta er eitt nýtt Makrel lag, ið Rasmus hevur skrivað, sigur Rólant.
Fyri tíðina eru limirnir í Makrel búsitandi í ymiskum londum, og hetta ávirkar venjingina nakað nógv, men í sambandi við hesa framførsluna hevur bólkurin verið samlaður í Føroyum í 14 dagar, har teir hava vant saman.
Teir gleða seg nógv til framførsluna í Keypmannahavn. Teir hava spælt í danska høvuðsstaðnum nakrar ferðir, og Rólant sigur, at hetta dámar teimum altíð væl.