Uni Næs bispavalevni

Eftir áheitan hevur Uni Næs játtað at verða valevnið til nýggjan biskup, sum skal veljast í heyst. Uni var prestur Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í 1988. 1992-2000 var hann sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við tænastuskyldu í Vága prestagjaldi. Síðani 2000 hevur hann verið sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.

Tey, ið vilja hava Una sum biskup siga, at hann hevur í virki sínum sum prestur m.a. lagt stóra orku í gott arbeiðslag og fjølbroytt samstarv við tey, sum hava eina tænastu ella uppgávu í kirkjuni og í teimum sjálvbodnu kirkjuligu felagsskapunum.

Í føroysku fólkakirkjuni er neyðugt at savna og standa saman og skapa góð kor og góðar karmar fyri kristna boðskapin í orði og í verki, siga stigtakararnir.

Arbeitt verður í løtuni við at útvega stillarar.