Uni tolkar Nyholm á konsert

Uni Debess fer í kvøld at spæla løg av nýggju fløgu síni, Gangi Eg, har hann tolkar yrkingar hjá langabba sínum Nyholm Debess. Konsertin verður í Manhattan.

 
Talan er um ein Una í heldur øðrvísi samanhangi, enn tann vit kenna hann í. Her er talan um eitt slag av fólkakendum tónleiki, men alíkavæl er ein ávís blúskensla yvir tónleikinum, so Uni stendur ikki heilt á berum.
 
Leygarkvøldið fer Uni Debess aftur at undirhalda á Manhattan, hesuferð saman við Trónda Enni. Teir hava áður saman við Høgna Lisberg og Angeliku Nielsen spælt á Skarv.