Sunnukvøldið kl 2100 verður konsert við United Voices í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Símun J. Hansen, formaður í kórinum sigur, at konsertin er í sambandi við skeið, skipað hevur verið fyri seinastu dagarnar.
? Vit hava havt vitjan av norska kórleiðaranum, Jens Christian Blom, sum er av gitnastu kórleiðarum.
Símun J. Hansen sigur, at Jens Christian Blom fæst nógv við rútmiskan tónleik og sang.
? Hann verður nógv nýttur av amerikumonnum, tá teir geva út fløgur við rútmiskum tónleiki. Tá senda teir vanliga verkini til Jens Christan Blom, áðrenn fløgurnar verða endaliga upptiknar, sigur hann.
Á skránni á konsertini sunnukvøldið verður næstan alt reportuoiri nýtt, bert trý verk verða framførd av tí gamla, sigur Símun J. Hansen.
Konsertin sunnukvøldið er ein stuðulskonsert - men tað er kortini ókeypis atgongd, leggur Símun J. Hansen dent á.
Skipað verður fyri innsavnan til eina ferð til Danmarkar og Íslands.
Í Danmark skal kórið m. a. syngja í Musikhuset í Århus, í Tivoli og á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Í Íslandi skal kórið syngja á Akureyri og í Reykjavík.
Símun J. Hansen sigur annars, at tann 12. mai skipar kórið fyri maratonkonsert í lærarskúlahøllini í Havn. Tá skal kórið syngja í 24 tímar út í eitt.
? Hetta verður eitt spennandi tiltak, og á skránni verða bæði solistar, kór o. a., sigur Símun J. Hansen.
Kóri United Voices hevur gjørrt sær eina heimasíðu, www.univoices.com
Kórleiðari hjá United Voices er Eirikur Skála.