Upp í 30 m/s og nógvar avlýsingar

So herjar vindurin aftur um oyggjarnar og tað ávirkar Strandferðsluna.

Aftur í kvøld verður boðað frá nógvum vindi og tað ávirkar Strandferðsluna. 

 

Sambært veðurmátingum hjá Landsverki er upp í 30 m/s, og tað er á Porkerishálsi, á Høgareyni og við Oyndfjarðarvegin. 

 

Kring landið er nógvur vindur, tó tað kann kallast piparnøtur í mun til jólaódnirnar, sum herjaðu í fleiri dagar um jóltíðir.

 

Kortini ávarar Landsverk um hálku og nógvan vind um at kallað alt landið. 

 

Strandferðslan hevur eisini boðað frá, at teirra virksemi er skert orsaka av vánaliga veðrinum. Leið 500 til Klaksvíkar koyrir ikki í kvøld, og tað sama er galdandi fyri leiðina millum Klaksvíkina og Kunoy. 

 

Bussurin millum Sandvík, Fámjin og Tvøroyri koyrir heldur ikki fyribils, meðan Teistin sigldi sín seinasta túr klokkan 19.15, og túrurin út til Hest klokkan 19.10 varð avlýstur. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.