Tað hevur verið nógvur vindur í dag.
Kl. 15 í vísti vindmátarin hjá Landsverk upp í 36 m/s á Oyndarfjarðarvegnum, 26 m/s á Gøtueiði og upp í 25 m/s á Glyvursnesi.
Siglingin hjá Strandaraskipum Landsins er eisini ávirka av vindinum og ferðaætlanin hjá Smyrli er broytt.
Smyril siglir av Tvøroyri kl. 15.30 og aftur úr Tòrshavn kl. 22.15.