Upp í 12 stig í dag

– Nú sær betur út við veðrinum, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur – og vit hava fyri fyrstu ferð í mánaðir havt turrar dagar upp í slag.

Nú sær betur út við veðrinum – og vit hava fyri fyrstu ferð í mánaðir havt turrar dagar upp í slag.

 

Sambært veðurmanninum í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, so verður veðrið eisini gott næstu dagarnar. Í dag verður hitin millum 9 og 12 stig og yvirhøvur turt og sólglottar.

 

Í morgin kemur hann av útsynningi og suðuri. Tað verður turt og sólglottar – men mjørkaflókar, og hitin lækkar til millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin frískar hann vindin av eysturi, men framvegis turt og sólglottan.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurforsøgnina hjá Peturi Skeel Jacobsen.