Upp í 18 stig í dag

Góða veðrið heldur fram

 

Forsøgnin hjá Veðurstovuni í morgun sigur, at eitt hátrýst, 1024 hPa, stendur í stað yvir Norskahavinum. Aftur í dag er eitt luftrák yvir Føroyar við lýggjari og slavnari luft eystaneftir.

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin: Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, klárt og sól, tó er í støðum smáskýggjað við sólglottum ella mjørkaflókum. 

Hitin úr 9 upp í 16 stig, í støðum 18 stig, um náttina 7 til 9 stig.