B36 er nýtt lið í næstbestu deildini. Seinnapartin vóru uppflytararnir á Svangaskarði, har B68 var vertur. Toftamenn vóru í fjør um reppið at flyta upp í bestu deildina.
Hetta var fyrsti landskappingardysturin hjá B68 við gøtumanninum Sven Olsen við róðrið.
Úrslitið var 1-1, eftir at gestirnir í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 1-0.
Andras Johansen var B36 málskjútti. B68 hevði horna í vinstru. Bólturin varð varpaður út í vinstru hjá B36, sum fór í skjótt mótálop, og tá ið bólturin varð lagdur flatt innfyri, stýrdi Andras Johansen hann í málið.
B68 átti nógvar spentar støður eftir horna, men tað gekk striltið at skjóta mál. B36 var um reppið at økja um leiðsluna, tá ið fríspark úr átjan metrum og mitt fyri varð sent í tvørtræið.
Í seinna hálvleiki eydnaðist B68 at javna. Innleggið var flatt og úr vinstru, og tað var Bárður Ólavsson Jensen, sum stýrdi bóltin í málið.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini sum B68 hevur lagt út á YouTube frá dystinum millum B68 og B36.