Tað eru góð tvey ár síðani, at Andrew av Fløtum valdi at skifta tilveruna í Havn og barndómsfelagnum HB út við eina tilveru í Keypmannahavn og felagnum Fremad Amager. Fyrstu tíðina, ið Andrew var í felagnum, vóru teir tríggir føroyingar, men hetta seinasta árið hevur Andrew verið einsamallur.
Ikki so grønur longur
Sjálvur heldur Andrew av Fløtum, sum fyllir 27 ár í summar, at hann langt um leingi er vorðin búgvin sum fótbóltsspælari, og at hann eisini er herdaður bæði á og uttan fyri vøllin.
- Eg veit ikki, hvussu nógv eg havi ment sum fótbóltsspælara hesi tvey árini, ið eg higartil havi verið í Danmark, men eg haldi, at eg eri ikki so grønur longur, sum eg var, tá ið eg fór úr Føroyum, heldur Andrew av Fløtum.
Landsliðsáleyparin hevur altíð verið mettur sum ein ógvuliga evnaríkur spælari, og sjálvur heldur hann, at tað er stórur munur á at verða eitt talent í Føroyum og í Danmark.
- Í Danmark sleppur tú at verða talent uttan at sláa til, men í Føroyum noyðist tú at levera vøruna. Eg haldi eisini, at tað er ein ávísur hugburðsmunur í sambandi við venjing í Føroyum og Danmark. Í Føroyum verður gingið við lív og sál upp í venjingarnar, og hvørt einasta mál verður talt, tá ið vant verður. Í Danmark kann tað verða meira líkagyldugt, og tað kann eg mangan ilskast inná, sigur Andrew av Fløtum.
Felagið ikki búgvið til uppflyting
Sum áðurnevnt heldur Andrew av Fløtum, at tað ikki er ógjørligt hjá Fremad Amager at flyta upp í superliguna.
- Eg haldi sjálvur, at Randers er nógv tað besta liðið í deildini, men hinvegin haldi eg, at vit eru minst líka væl fyri sum eitt nú Køge, Kolding og Vejle, sum eru liðini, ið liggja beint undir Randers á stigatalvuni. Um vit hava eydnuna við okkum og fáa nakrar sigrar á rað, so kann alt henda, heldur Andrew av Fløtum.
Tó heldur føroyski landsliðsframherjin, at felagið sjálvt als ikki er klárt til eina møguliga uppflyting.
- Eg haldi ikki, at fíggjarligu karmarnir eru til tað í Fremad Amager, og tað er synd at siga, at umstøðurnar í felagnum annars eru nøktandi, um uppflytingin gerst veruleiki, sigur Andrew.
Føroysk feløg liggja framvið
Hesi bæði árini, ið Andrew hevur verið í Danmark og Fremad Amager, hevur tað verið so sum so við fyrispurningum frá øðrum feløgum.
- Tá ið tað hevur gingið væl hjá mær, havi eg hoyrt okkurt frá øðrum donskum feløgum, men sjáldan nakað ítøkiligt. Hinvegin eru tað javnan fyrispurningar frá feløgum í Føroyum, og tað er hugaligt at vita, at onkur vil hava meg aftur til Føroya, sigur Andrew av Fløtum.
Í vetur hevur tað í Føroyum verið nógvur slatur um, at Andrew var á veg heim aftur, men eingin endalig støða er tikin hesum viðvíkjandi, sigur Andrew.
- Hetta næsta hálva árið verður avgerandi fyri, hvat eg skal víðari. Eg blívi ikki við at verða eitt talent, og tí skal eg finna út av, um eg skal gera okkurt her, ella um eg skal flyta aftur til Føroyar. Nú eri eg ikki einsamallur, so tað er heldur ikki bara sum at siga tað at flyta heimaftur, sigur føroyski framherjin.
Spurdur hvar í Føroyum, ið hann møguligani fer at spæla, sigur Andrew av Fløtum, at tað ber ikki til at siga.
- Sjálvandi vil eg helst spæla við onkrum, sum eg havi onkrar kenslur fyri, og tá er tað sjálvandi HB, ið liggur mær fremst í huga. Men um okkurt felag kemur við einum stórum kekki, og eg til dømis standa og skal ogna mær eini hús, so er tað greitt, at tað er nakað, ið ein umhugsar, sigur Andrew.
Spennandi lutakast hjá landsliðnum
Fyri einari tíð síðani var kastað lut um, hvørjum føroyska landsliðið skal royna seg ímóti í undankappingini til EM í 2008. Úrslitið gjørdist, at Føroyar komu í bólk saman við Italia, Fraklandi, Ukraina, Skotlandi, Litava og Georgia. Andrew av Fløtum er fegin um lutakastið.
- Eg haldi, at tað sær heilt spennandi út. At spæla móti Italia er jú ein dreingjadreymur, og tað er altíð stuttligt at spæla ímóti Fraklandi og Skotlandi. Eg haldi eisini, at tað er upp á tíðina, at vit fáa nakað burtur úr dystum móti tjóðum sum Litava og Georgia. Sjálvt um spælararnir úr hesum londum eru eirindaleysir, so skulu vit ikki verða bangnir og geva aftur av somu skuffu, heldur Andrew av Fløtum. Eg hevði heldur ikki spælt fótbólt, um eg ikki trúði uppá, at tað bar til at fáa stig burtur úr hvørjum einasta dysti, sigur Andrew.
Øvundsjúkir liðfelagar
Tað er ikki sørt, at liðfelagarnir hjá Andrew í Fremad Amager eru øvundsjúkir inn á føroyska áleyparan, tá ið hann ferð aftaná ferð sleppur at royna seg í altjóða dystum móti summum av heimsins bestu spælarum.
- Teir halda tað verða ótrúligt, at eg sleppi at spæla móti til dømis Fraklandi og Týsklandi, og eisini at eg sleppi á venjingarlegu í Florida, meðan teir venja í kulda og kava í Danmark. Gamaní halda teir ikki, at vit nytta nakað, men tá ið vit hava spælt dyst á landsliðnum, spyrja teir altíð óført, tá ið eg komi aftur. Sjálvir koma teir ongantíð nær námind av slíkum upplivingum, so tað er ein av fyrimununum við at verða føroyingur, heldur Andrew av Fløtum at enda.