Uppgávan er ómøgulig

Tekniski stjórin á Strandferðsluni er tann, sum best veit hvørjum standi skipini í teirra flotan eru í, og hann sigur, at uppgávan er ómøgulig at loysa undir verandi umstøðum

Strandferðslan er rættiliga í brennideplinum fyri tíðina. Játtanin hjá stovninum fer ikki at halda um ikki eitthvørt ógvusligt verður gjørt, og møguleikarnir hjá stovnsleiðuni er avmarkaðir.

Manningarlóg, trygdarkrøv og tænastukrøv frá tinginum leggja sína tungu hond á leiðsluna soleiðis, at sparingarmøguleikarnir fækkast.

Í hinum borðinum er veruleikin óreingiligur, og hann staðfestir, at skipini hjá stovninum í fleiri førum eru niðurslitin - koyra upp á pumpurnar, so at siga.

Nógv er at gera við skipini, men peningur er eingin tøkur at gera nakað við, og endin kann verða, at skipini vera løgd. Og tekniski stjórin á stovinum staðfestir veruleikan.

? Uppgávan er - sum hon er nú - fullkomiliga ómøgulig at loysa. Fara vit ikki væl um skipini, so tori eg ikki at hugsa um avleiðingarnar, sigur Magnus Magnussen.

Hjá honum er veruleikin tann, at Smyril skal í dokk um ikki so langa tíð, og hann skal standa leingi, tí nógv er at gera við hann. Afturat tí kom so - meiri ella minni óvæntað - at motorurin á Pride segði, at nú var nóg mikið, og har skal støða takast til, um hann skal umvælast ella um tað loysir seg.

? Motorurin á Pride er gamal og kostar nógv at umvæla tí alt sum skal gerast skal »specialgerast«. Og við tí fáa vit fleiri trupulleikar. Loysir tað seg, hvat ætlað vit við Pride og hvar finna vit peningin eru nakrir teirra, sigur Magnus, sum heldur støðuna vera ótolandi.

Og eins og Henrik Old heldur Magnus, at tað í grundini stavar frá tí at tingmenn ikki vita hvat mann vil tá peningurin verður játtaður.


Nei til Alandiu

Sum fyrr greitt frá í blaðnum hevur leiðslan á Strandferðsluni funnið egnað skip til at avloysa Smyril, men av tí at peningur ikki var tøkur til tað leigumálið hevur stovnurin boðað eigarunum av Alandiu frá, at teir ikki fáa gjørt ein sáttmála. Og tað merkir, at einki skip er funnið at avloysa Smyril.

Hvussu tann trupulleikin nú skal loysast veit Magnus ikki, men hann veit í hvussu er, at tað verður ikki stuttligt at vera á Strandferðsluni tá.

? Tað er púra greitt, at vit seta ikki spurnartekin við trygdarkrøvini, og tey skulu haldast við líka. Gera vit ikki tað, vera tey løgd av eftirlitsstovnum, um vit ikki gera tað sjálvi. Tí má peningur játtast til hesar uppgávur, og eisini til avloysaraskip um so er, at tingið vil hava at tænastustøðið skal vera tað sama, meðan skipini verða umvæld.

Veruleikin er í øllum førum, at øll skipini hjá Strandferðsluni skulu í dokk einaferð um árið í øllum førum. Sum støðan er í løtuni skal Smyril í dokk um ikki so langa tíð, Pride liggur, og eingin veit um hann verður gjørdur aftur og Ternan skal hava nýggjar motorar. Motorskiftið á Ternuni er tað einasta, sum peningur er játtaður til, tí tað var ein játtan fyri seg, greiðir Magnus Magnussen frá.