Uppgávan vendir frameftir

Føroyski landsliðsvenjarin heldur, at hansara uppgáva í dag er at byggja eitt framtíðar landslið upp. Tí biður hann eisini um, at liðið og spælararnir fáa tíð at búnast, heldur enn at krevja sensatiónir her og nú

Fótbóltur

Seinnapartin hósdagin kundi Jógvan Martin Olsen fyri fyrstu ferð seta navn á teir spælarar, sum hann hevur valt at arbeiða við í undankappingardysti. Maðurin, sum seinastu nógvu árini hevur verið hjálparvenjari, varð í ár settur sum høvuðsvenjari hjá fótbóltslandsliðnum, og eftir venjingarlegur og dystir er royndartíðin nú av. Undankappingardystir standa fyri framman, og hóast Føroyar neyvan hava eina vón um at koma víðari úr okkara bólki, so er eingin ivi um, at hesir dystir verða tiknir í størri álvara millum manna.

Rutinan er burtur
Tá vit eftir úttøkuna tosaðu við landsliðsvenjaran, viðgekk hann, at úttøkan kanska enn var nakað leitandi. Men hann legið samstundis dent á, at hetta eisini hevði sínar orsøkir.
- Í mun fyri fýra árum síðani, tá Henrik tók við, so høvdu vit eitt lið, sum var í góðari javnvág. Vit høvdu eina rúgvu av spælarunum í besta fótbóltsaldri og við nógvum royndum. Eitt lið, sum veruliga var í hæddini til júst ta undankappingina.
- Síðani hava vit sagt farvæl til einar 10 av hesum spælarum. Ikki minst í verjupartinum, har eitt nú Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Pól Thorsteinsson og Hans Fróði Hansen ikki longur eru við. Her hava vit so sett menn sum Súna Olsen, Jón Róa Jacobsen og Inga Højsted við, og teir eru allir skaddir í løtuni.
- Nú skal eg ikki grenja, men hetta er ein av orsøkunum til, at vit enn leita eitt sindur. Men tað liðið, sum vit hava tikið út hesaferð, er tann hópurin, sum vit í løtuni meta sum besta boð upp á eitt føroyskt landslilð.

Meinhardt í hitan
Tað navnið, sum vakti mest ans, tá hópurin varð úttikin, var uttan iva Meinhardt Joensen, sum vanliga er málverji hjá KÍ.
Hann var í landsliðshitanum fyri nøkrum árum síðani, men síðani hevur hann ikki gjørt tað heilt nógva um seg. Heldur ikki í KÍ, har hann við ársbyrjan varð roknaður sum eykamálverji, tí Paul Clapson skuldi verja málið. Clapson er tó eisini frálíkur útispælari, og við málmansspælinum hjá Meinhardt og málunum frá Clapson er henda avgerð neyvan ein av tí slagnum, sum Tony Paris man iðra seg um í dag.
- Seinastu 3-4 árini hevur Meinhardt verið plágaður av einum ryggskaða, og eg haldi hetta vera fyrsta árið, at hann veruliga hevur kunnað vant ígjøgnum. Samstundis hava Jens Martin og lagt nógv fyri í royndunum at finna tann málverjan, sum er best skikkaður at taka við, tá Jákup gevst. Fleiri servenjingar hava verið á skránni, og í felag hava vit so valt tað, at Meinhardt skal í hópin hesaferð.

Gevið liðnum tíð
At landsliðið í dag í nógv størri mun er sett saman av óroyndum spælarum, samstundis sum nakrir av avgjørdu lyklaspælarunum eru skaddir í løtuni, ger eisini, at vónirnar til liðið kanska ikki eru heilt so stórar, sum tær onkra tíð hava verið. Ein veruleiki, sum Jógvan Martin heldur ikki er bangin fyri at viðganga.
- Fyritreytirnar hjá mær at taka við nú og fyritreytirnar, sum Henrik hevði eru fullkomuliga ymiskar í allar mátar. Hann tók eitt lið, sum næstan var grýtuklárt at skapa úrslit, meðan mín uppgáva er at finna skikkaðar spælarar til eitt komandi føroyskt landslið. Her havi eg so lagt dent á, at vit skulu hava bóltspælarar á øllum plássum.
- Tí skulu vit kanska ikki rokna við tí allar mesta her og nú. Men tað ættarliðið, sum vit nú seta við, skuldi gjarna verið eitt sera sterkt landslið um eini 4-6 ár. So í so máta kanst tú gott siga, at vit enn eru eitt sindur trilvandi.