Uppgávan verður at fyristia

Tað er ikki so lætt í eini handavend at finna ein persón at stjórna sjónvarpinum. Útvarpið og sjónvarpið eru eins stovnar, og tí játtaði eg at taka við sum fyribilsstjóri, sigur Jógvan Jespersen

 

 

? Arbeiðsdagurin hjá mær verður í øllum førum øðrvísi. Hann verður longri og arbeiðsvikan verður eisini longri.

Hetta sigur Jógvan Jespersen, sum eftir áheitan frá landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, í gjár tók við sum fyribilsstjóri í Sjónvarpi Føroya samstundis sum hann framhaldandi eisini skal røkja starvið sum útvarpsstjóri.

? Men hetta verður bert í eitt avmarkað tíðarskeið, sigur Jógvan Jespersen, sum ímyndar sær, at hetta ikki verður longri enn restina av hesum árinum.

? Verður nýggjur stjóri settur fyrr, so ongantíð betur, sigur hann.

Jógvan Jespersen vísir annars á, at tað kanska ikki var so løgið, at landsstýrismaðurin heitti á útvarpsstjóran um at taka um endan, tí tað kann vera ringt í eini handavend at finna ein persón, sum beinanvegin kann seta seg inn í viðurskiftini.

? Stovnarnir báðir eru púra eins og virka eftir somu lógum. Tí er tað ikki tann stóri munurin at fyrsita útvarpið og sjónvarpið, sigur Jógvan Jespersen.

Spurdur um Jógvan Jespersen verður millum umsøkjararnar, tá starvið sum sjónvarpsstjóri verður leyst, svarar hann.

? Eg havi onga viðmerking til hatta. Mítt starv er í útvarpinum, og har ætli eg mær at verða verandi. Talan er bara um eitt fyribilsstarv.

Tað var mánakvøldið, at Jógvan Jespersen varð spurdur, um hann vildi taka við sum fyribilsstjóri í Sjónvarpi Føroya. Hann fekk eina nátt at umráða seg í, og gjáramorgun játtaði hann umbønini.

Jógvan Jespersen sigur, at hann ikki ráðførdi seg við starvsfelagarnar í útvarpinum, áðrenn hann tók avgerðina, men teir fingu tað at vita í somu løtu, sum avgerðin varð tikin, sigur hann.

Hóast hann situr í tveimum stjórastørvum, so fær hann kortini ikki tvær stjóralønir, sigur hann.

? Hatta er ein avtala millum meg og Mentamálastýrið. Sjálvandi havi eg sett nakrar treytir, men tvær lønir er tað ikki talan um, sigur Jógvan Jespersen.

Jógvan Jespersen er annars ikki heilt óroydnur í sjónvarpinum. Hann var tann fyristi journalisturin, sum settur var í starv, eftir at Jógvan Asbjørn Skaale og Finnbogi Ísakson settu skjøtil á sjónvarpstíðindini í Føroyum. Jógvan Jespersen varð settur starv í Sjónvarpi Føroya 1. august í 1984 og var í starvi har, til hann tók við sum útvarpsstjóri í 1990. Fyri 1984 hevði hann starvast í útvarpinum síðani 1979, tá hann fekk prógv frá Journalistskúlanum í Århus.

Jógvan Jespersen leggur dent á, at hansara uppgáva verður mest av fyrisitingarligum slag.

? Eg fari ikki at seta nýggj ting í gongd í sjónvarpinum, ella at stinga aðra kós út í kortið. Tað haldi eg, at ein nýggjur stjóri skal gera, sigur Jógvan Jespersen.