Nú verður arbeitt við at broyta bæði matrikkullógina og Matrikkulstovuna
Tað fortaldi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á landsfundi fólkafloksins leygardagin.
Jacob Vestergaard segði, at ætlanin er at broyta matrikkullógina soleiðis, at tað skal verða lættari og einfaldari at býta jørð sundur í smærri stykki.
Somuleiðis verður arbeitt við at bjóða ymsar uppgávur hjá Matrikkulstoivuni út, so at alt, sum hevur við landmáting og uppmáting at verður latið upp í hendurnar á privatum at røkja.
- Tað er ein uppgáva, sum fleiri privatar fyritøkur saktans kunnu gera og tað kundi eisini ført við sær, at bíðitíðin kundi verðið munandi styttri.
Leikluturin hjá Matrikkulstovuni skal so verða at hon verður ein skrásetingar- og góðkenningarmyndugleiki, segði Jacob Vestergaard.