Uppgangurin fór illa við Húsavík

- Vit hava skrivað til myndugleikarnar og hava fráboðað stóru skaðarnar, og vit hava eisini gjørt vart við, at kommununi tørvar fíggjarligan stuðul til hesi arbeiði, sigur borgarstjórin.

 

 

 

Í ógvusliga uppganginum, sum var hin 29. februar og 1. mars í ár var Húsavík fyri stórum brimskaðum, og tað var serliga strondin, sum varð hart rakt.

Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Fríða Eystberg Sørensen, sigur, at skráin upp undir Sjógøtu í fleiri førum er burtur og leiðingar, sum vatn, kloakk og telefonkaðlar liggja berir.

- Eldri fólk í kommununi vita ikki um slíkan uppgang at siga, og hesin vardi tað mesta av fýra samdøgrum.

Fólk í Húsavíkar kommunu eru ikki tey, sum hava rópt harðast eftir uppgangin, sum fór so illa við gomlu hugnaligu og søguríku bygdini.

Men, borgarstjórin ásannar, at tað, sum hendi í hesum uppgangi, har náttúrukreftirnar leikaðu í, sum sjáldan áður, megnar ein so lítil kommuna sum Húsavíkar kommuna ikki einsamøll at bera fíggjarliga.

- Vegurin fram við húsunum á Bakkanum er kvettur av, tí brúgvin er farin, og brúgvin á Deildarhorninum hevur eisini fingið skaða. 

Borgarstjórin vísir á, at Sildberakaiin, sum tey rópa, fekk stóran skaða, og her eru fleiri metrar av betongi burtur. Hurðin í ungmannafelagshúsinum Sólarris helt ikki fyri trýstinum, so brimið skolaði inn í ungmannahúsið.

- Syðra stovan fyltist við sjógvi og sandi - ja, so ógvusligur var uppgangurin, at aldan skolaði runt um Sólarris, sigur Brynhild Sørensen.

Sjógøta í Húsavík hevur verið stongd fyri ferðslu síðan uppgangin, og stopp-skelti eru sett upp, tí koyrandi er ikki eftir vegnum.

- Kostnaðurin fyri skaðarnar í Húsavík er ikki mettur enn, men borgarstjórin ásannar, at umvælingarnar verða kostnaðarmiklar og ógvuliga tungar at bera hjá einari so lítlari kommunu við einari álíkning, ið liggur um tríggjar miljónir krónur.

Í Dali, sum eisini er partur av Húsavíkar kommunu, er skaði á bingjuplássið, og partur av asfaltinum á  vegnum oman á lendingina er burtur.

- Lendingin í Dali fekk stóran skaða í februar í 2017. Hetta var ein skaði, ið Landsverk  metti til níggju miljónir krónur.

Brynhild Sørensen ásannar, at Húsavíkar kommuna hevur ongan møguleika havt at gera henda skaða aftur - og nú kemur so alt hetta, sum hendi í uppganginum í februar/ mars í ár, aftrat.

- Stórt uppruddingararbeiði er nú í gongd, bæði í Dali og Húsavík, og tað tekur langa tíð at rudda upp og fáa skaðarnar umvældar, so vegir og havnaøki kunnu gerast brúkiligt aftur.

Borgarstjórin vísir á, at Húsavíkar kommuna hevur setti skjøtil á stórar lógarkravdar verkætlanir innan vatn og kloakk, sum nú møguliga ikki kunnu fullførast. 

- Vit hava skrivað til myndugleikarnar og hava fráboðað stóru skaðarnar, og vit hava eisini gjørt vart við, at kommununi tørvar fíggjarligan stuðul til hesi arbeiði.

Brynhild Sørensen sigur, at bygdafólkið í Dali og Húsavík hava lagt nógva orku í at rudda upp grót, plast og annað rusk, og tað eiga tey stóra tøkk fyri.

- Bygdafólk og ferðandi hava altíð havt stóra gleði av vakra umhvørvinum við strendurnar, og tí fara vit at gera alt, vit eru ment fyri at fríðka um økið aftur, nú eitt nú Djóradagur og Sandoyarstevna standa fyri durum, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu.

Viðheftu myndir, sum eru tiknar í Húsavík og Dali eftir herviliga uppgangin, sum gjørdi so stóran skaða, eiga Brynhild Sørensen, Hjørleivur Sørensen og Símin Hannus Johannesen.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##