Upphitingin var í lagi

Sum vant var felags upphiting hjá 12. manni á skránni, men á leikvøllinum tóktist hendan tó ikki muna tað heilt nógva á fullsetta leikvøllinum

12. maður

Dublin, Írland: Sum vant, so hevði 12. maður gjørt seg til, nú enn ein landsdystur var á skránni. Samlaða føroyska ferðalagið í írska høvuðsstaðnum var somikið stórt, at tað var ikki hugsingur um at hava øll á einum stað, men fyri tað kundi upphitingin miðsavnast.
Hetta varð gjørt á eini pub nærhendis stadion, og tó at hópur av írum eisini hildu til her, so tóktist tað ikki at gera tað allar minsta við føroyska lagið. Írskir fólkasangir og føroyskir fótbóltssangir vóru á skránni.
Eisini undir dystinum sjálvum varð roynt at halda nakað av gangi, men her var skjótt greitt, at okkara vóru við undirlutan. Eitt var, at hini vóru omanfyri 35.000 í tali. Annað var, at hesi allan dystin á tamb hildu ein ófatuligan gang. Onkra einstaka ferðina royndi føroyski vongurin at stemma í, og tað eydnaðist eisini einar tvær ferðir at fáa restina av leikvøllinum við upp á spælið.
Men fyri tað skal ikki sigast, at talan var um nakran keðiligan túr hjá áskoðarunum. Tvørtur ímóti, so fingu tey eina ordans uppliving av bretsku fan-mentanini, og fram um alt, so var talan um Fair-Play. Føroyska liðið fekk eins nógvar klappsalvur, sum lokalu hetjurnar, og einki er at ivast í, at fleiri av hesum grøn-klæddu hava ætlanir um at koma til Føroyar í komandi ári. Tá er tað so bara vit, sum skulu prógva, at vit eiga munin. Bæði á og uttan fyri vøllin!