15. juni 2014 royndu John Petersen, Bergur Mikladal og Emil Dalgaard Christensen at koma upp á Ytra Koll. Ytrikollur, ið er 347 m høgur, liggur beint sunnanfyri Risan og Kellingina, men er ikki lættur at basa. Sagt verður, at tað eru minst 70 ár síðani, at nakar hevur verið upp á kollinum, tá gingu tveir veðrar á beiti uppi á kollinum.
John Petersen og Bergur Mikladal hava fyrr verið uppi á Risanum og Kellingini, og hildu tí at tað var hóskandi at royna Ytrakoll. Emil Dalsgaard Christensen, ið var við á ferðini, náddi tó ikki upp á toppin á Ytra Kolli.
Myndirnar í myndarøðini eru heintaðar av Facebook-síðuni hjá John Petersen, við hansara loyvi.