Uppiborið HB-steyp

Eftir steðgin gjørdist dysturin nakað nógv meira spennandi, enn flestu HBarar mundu bríggja seg um. Ikki minst, tí munurin fyri steðgin var heilt sjónligur

Fótbóltur

Steypafinalan í unglingadeildini stóð á skránni mikukvøldið. Tað var ikki frítt, at spenningurin var stórur millum viðhaldsfólkini hjá bæði HB og KÍ, men luftin tóktist fara úr hesum mest sum alt fyri eitt.

Stórur munur
HB var nevnliga greitt omaná frá byrjan. Tað var rár hending, at KÍ yvir høvur vitjaði á mótstøðuhálvuni, og tað gingu bara átta minuttir, áðrenn Pætur Jørgensen hevði skotið havnarmenninar framum, tá hann fangaði returbólt eftir gjøgnumbrot frá Ólavi í Ólavsstovu.
Og átta minuttir seinni var aftur galið. KÍ hevði annars júst havt meira enn 100% møguleika, eftir at HB-málverjin fór skeivur av høgum bólti, men onkursvegna fór skotið við síðuna av málinum, eftir at KÍarar tríggjar høvdu spælt millum sín í brotsteiginum. Og so revsaði HB í hinum endanum. Hornasparksinnlegg varð sent í brotsteigin, og har kundi Jákup Slættalíð stýra bóltinum í netið.
Og restina av hálvleikinum stýrdu havnarmenninir fult og heilt. Bæði sum lið og spælara fyri spælara tóktist liðið hjá HB at innihalda nakað væl meira av kvaliteti. Royndirnar á málið vóru eisini fleiri, og hóast KÍ hevði onkran vandamiklan kontrabólt, so tóktist tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn dysturin fullkomuliga varð punkteraður.

Óvæntaður spenningur
Eftir steðgin broyttist gongdin nakað. HB tóktist taka tað meira róligt, og spakuliga arbeiddi KÍ seg meira inn í dystin. Berandi spælararnir á liðnum fingu eisini nógv betri tak á, og spakuliga spurdust møguleikar eisini burturúr.
Og tá teir so 20 minuttir fyri leiklok minkaðu eftir frísparksinnlegg til handara stólpa, og tá málverjin ikki helt innlegginum, kundi Álvur Christiansen stúta í kassan.
Og so var av álvara lagt upp til trýst seinastu løtuna. Teir reyðu og svørtu tóktust ikki heilt álvuligir, nú KÍ brádliga var um at fáa fatur á dystinum. Frustratiónir vóru eisini at síggja, tá dómarin nakrar ferðir mátti taka gula kortið fram eftir grov fríspørk, men útjavningin kom tó ikki. Ístaðin kundi Jóan D. Holm tríggjar minuttir fyri tíð drepa dystin. Á markinum til rangstøðu varð hann sendir inn um mótstøðuverjuna, og hóast KÍ royndi at fáa linjudómaran at veittra, so var Jóan ískaldur, tá hann smekkaði fram við málverjanum. 3-1 til HB, sum soleiðis aftur setti seg á steypakappingina í unglingadeildini.