Uppksotið um anleggslóg klárt

? og landsstýrismaðurin, Finnbogi Arge, bíðar nú eftir viðmerkingum frá flokkunum til uppskotið, sum hann vónar koma skjótt. So verður uppskotið um løgtingslóg um gerð av tunnli um Vestmannasund lagt fyri tingið

Ólavur í Beiti


Vága Handverkarafelag skipaði fyri fundi um vikuskiftið í Miðvági, har eisini løgtingsumboðini fyri Vágoynna, Marjus Dam og Jóannes Nielsen, vóru við, umframt aðrar góðar kreftir. Sum skilst var hetta ein kunnandi fundur um arbeiðið viðvíkjandi Vágatunnilinum higartil, men fram kom eisini, at sera umráðandi er at fáa eina løgtingslóg, tað sonevndu anleggslógina, samtykta um tunnilsgerðina, so ikki tær 20 mió. krónurnar, ið verða settar av á fíggjarlógini nú verða brúktar til okkurt annað undir einum øðrum landsstýrið.

Og tað er júst tað sum landsstýrismaðurin Finnbogi Arge eisini hevur í umbúna at gera við einum uppskoti um løgtingslóg um gerð av tunnlinum um Vestmannasund.


Hevur skund

Finnbogi Arge sigur, at uppskotið um anleggslógina er liðugt og er úti hjá flokkunum til ummælis, og hann vónar at flokkarnir koma við viðmerkingunum sum skjótast, so endaliga uppskotið kann berast niðan í tingið til samtyktar.

? Høvuðsendamálið við lógini er fyrst og fremst at tryggja fíggjarliga grundalagnum undir tunnilsgerðina, so veitast kann størri trygd til lánsveitaran og harvið møguleikanum at taka pant í matriklinum, sigur Finnbogi Arge í stuttari viðmerking.

Árliga verða settar av á fíggjarlógini 20 mió. krónur og er ætlanin at 160 mió. krónur skulu setast av tilsamans í fyrstu atløgu, og tá talan er um so stóra upphædd, er eisini sera umráðandi, at hon verður tryggjað og oyramerkt við lóg.