Hvalastøðin við Áir skal verða ein upplivingardepil, har land, kommuna og vinna samstarva.
Tað er endamálið við eini ætlan, sum Søvn Landsins, Mentamálaráðið, Landsverk og Sunda Kommuna nú eru farin undir.
Í hesum sambandi er ætlanin at varðveita hvalastøðina sum savn, samstundis sum hon skal brúkast til ferðavinnu og annað vinnuligt virksemi, ið er knýtt at einum upplivingardepli.
Søvn Landsins eru longu farin undir bráðfeingis tiltøk at tryggja at støðin verður
varðveitt og tað arbeiðið gongur væl, sigur Mentamálaráðið.
Fyrsti partur av hesum arbeiðnum er at hampa plásssið, tetta lekar og
rudda húsini.
- Hvalastøðin hevur staðið óvirkin síðan fyrst í áttatiárunum, so nógv er at fara um.
Samstundis verður arbeitt við at skráseta tól og bygningar og ætlanin er eisini at tosa við heimildarfólk í økinum, ið hava arbeitt á hvalastøðini, meðan hon framvegis var virkin.
- Hvalastøðin kann verða ein mentanarsøguligur dýrgripur við alheims týdningi og harumframt kann hvalastøðin fáa stóran týdning fyri ferðavinnu og aðra
vinnu í økinum, sigur mentamálaráðið.
Møguleikarnit at skapa virksemi, ið dregur bæði føroyingar og ferðafólk til sín, eru óteljandi, bæði hvat sigling, kaving, verkstøðum, gisting, matstovum og øðrum viðvíkur, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Tá tey eru komin nakað longri áleiðis við arbeiðinum, verður opið hús á hvalastøðini, so fólk kunnu síggja, hvussu tað sær út.
Tilsamans vóru 214 hvalastøðir kring allan heim. Av teimum eru tríggjar eftir og hvalastøðin við Áir tann einasta, ið er eftir á norðaru jarðarhálvu, so hetta er eitt helt serstakt fornminni.
Á myndini eriu tað, f.v. Andras Mortensen, Søvn Landsins, Ole Jensen, Landsverk, Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda Kommunu, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Erland Viberg Joensen, Søvn Landsins, Martin Næs, Mentamálaráðið, Jógvan Waagstein, Sunda Kommuna og Símun V. Arge, Søvn Landsins.